Tíbetur hendi eingin mansskaði, tá sleipibáturin Pressarin hjá Tórshavnar Skipasmiðju mánakvøldið koppaði í Nólsoyarfirði við tveimum monnum umborð.
Óhappið hendi, tá Pressarin var úti í Fjørðinum eftir loðsinum, sum skuldi av ferðamannaskipinum Black Prince, sum hevði verið á Havnini.
Onkusvegna er ein stabilisatorvongur á Black Prince farin inn gjøgnum stýriborðssíðu á Pressaranum, sum hekk fastur á hesum vonginum.
Tá hann loysnaði aftur, fór hann runt. Hóast hann kom aftur á rættkjøl, var hann um at søkka.
Havnarskrivtovan fekk samband við norska sleipibátin Boa Max, sum av tilvild var í Nólsoyarfirði.
Boa Max fekk sett fast á Pressaran og sleipaði hann inn at Vestaru Bryggju, har pumpur frá landi beinanvegin komu umborð.
Sambært fólki frá Skipasmiðjuni var tað helst vatntætta skottið framman fyri maskinrúmi, sum gjørdi, at Pressarin ikki sakk.
Í skrivandi stund - seint mánakvøld - verður sjófrágreiðing tikin umborð á Black Prince, sum framvegis liggur í Nólsoyarfirði.