Politiski myndugleikin hevur sett sær sum mál, at í 2030 skal øll orka á landi í Føroyum, verða grøn orka. Tað merkir, at ongi hús og ongir bygningar, skulu brúka olju til varma og heitt vatn.
Men eitt er at hava nøkur mál at stevna fram ímóti, eitt annað er røkka málinum og tí setti Sirið Stenberg gongd á eitt arbeiðið at gera eina heilt ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vit røkka málinum.
Hetta er eitt arbeiðið, Umhvørvisstovan, Sev, privatar fyritøkur, og onnur avvarðandi gera, og tað verður liðugt hvørja løtu. Landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur gjørt greitt, at talan skuldi ikki verða um at leggja ein orkupolitikk, tí hann er lagdur. Endamálið er at koma við heilt ítøkiligum tilmælum um, hvussu málið verður rokkið.
Hon hevur ikki sæð tilmælini enn, men hon sigur, tað er hugsandi, at eitt av tilmælunum verður, at ongi nýbygd hús skulu hava oljufýr, so mikið ítøkilig eru tilmælini










