Fær ikki grið

Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin hevur havnað einari áheitan frá Radovan Karadzic um grið. Karadzic, sum var leiðari hjá serbunum í Bosnia undir borgarakrígnum har í nítiárunum, heldur uppá, at hann fekk lyfti um grið, um hann tók seg aftur.

Hann sigur, at hann fekk lyftið frá amerikanska samráðingarleiðaranum Richard Holbrook í 1996, men tað hevur Holbrook avsannað.

Radovan Karadzic, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk, varð tikin í fjør, eftir at hann hevði fjalt seg í ellivu ár.