Færøblues gott ummæli í Information

Skaldsøgan ”Færøblues” avdúkar, at høvundurin hevur sera stóra vitan um føroysk viðurskifti, heldur ummælari á Information



Tað er Lisbeth Nebelong, sum hevur skrivað Færøblues, og sambært ummælaranum, eru vit týðiliga í hondunum á einum høvunda, sum er sera køn í føroyskum viðuskiftum. 


- Høga vitanarstøðið um ikki bara tónleik, men eisini um føroyskan politikk, lívið umborð á einum trolara og um torvskur geva mótspæl og perspektiv í búningarsøguni hjá høvuðspersónunum, skrivar ummælarin, Signe Lindskov Hansen, ið fær eina kenslu av at koma at kenna persónarnar í bókini. 


Hóast lýsingin av næstan guddómligu føroysku náttúrini í løtum minnir um eina norðurlendska útgávu post-kolonialu romantiseringini av eysturlondum, skaðar hetta ikki lesiupplivingina, heldur ummælarin. 


- Heldur gevur hetta skaldsøguni enn eitt lag, sum ger, at hon kann lesast sum ein nútímans mentanarlýsing av Føroyum og mentanarliga sambandinum millum Føroyar og Danmark – og slíkar eru tað ikki ov nógvar av, heldur ummælarin, Signe Lindskov Hansen.