Í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp í miðbýnum í Havn. Bilar, sum koma niðan eftir Bøgøtu, hava víkiskyldu tá ið teir koma inn á Dr. Jacobsensgøtu við Keypsamtøkuna í Miðbýnum.
Men tað víkiskylduna helt ein bilførari, sum kom niðan eftir Bøgøtu í gjár, ikki. Úrslitið var, at hann bar við ein bil, sum kom eftir Dr. Jacobsensgøtu. Skaðin var heilt lítil, men bilførarin, sum ikki helt víkiskylduna, fær bót og eitt klipp í koyrikortið.









