Seinnapartin gjár fekk løgreglan boð um, at ein maður fleyg við dronu tætt við flogvøllin í Vágum.
Løgreglan sigur, at hann brúkti dronuna at taka myndir við til sín sjálvs, men hann var mettur at vera 3,5 kilometrar frá flogvllinum. Og tað er strangliga bannað, tí minsta fjarstøðan at flúgva við dronu frá flogvølli, er fimm kilometrar, sigur løgreglan.
Í hesum føri, har maðurin, sum er útlendskur ferðamaður, fær hann eina bót upp á 3000 krónur fyri at flúgva ov nær flogvøllinum.
Løgreglan sigur, at tey fáa javnan mál um fólk, sum flúgva ólógliga við dronu og talan er í nógv flestu førum um útlendsk ferðafólk. Tað eru reglur fyri at flúgva við dronu og løgreglan saknar, at útlendsk ferðafólk fáa eina kunning um tað, tá ið tey koma til landið.
Umframt reglurnar um at halda fjarstøðu frá flogvøllinum, eru tað eisini nógvar aðrar reglur fyri flúgving við dronu. Eitt nú eru krav um loyvi at flúgva, treytir eru fyri, hvussu høgt tað er loyvt at flúgva, hvussu nær vegi og bygdum øki, tað er loyvt at flúgva, og annað mangt. Og løgreglan heldur, at tað verður ov lítið kunnað um hesi viðurskifti, tí dronur eru at kalla hvørs mans ogn í dag.