Fínasta veður í dag og í morgin

Veðrið í dag, mánadagin. Tað verður upp í eitt stívt andøvsgul, 5-10 m/s, av landsynningi. Vindurin veksur út á dagin upp í 8-13 m/s.
Tað verður samdrigið og hitin fer at liggja millum trý og átta stig.

 

Í morgin verður vindur av suðri og landsynningi, 5-10 m/s, í støðum upp í 13 m/s. Tað verður turt og møguleiki fyri sólgtlottum. Um náttina verður minni vindur og samdrigið.
Hitin alt døgnið fer at liggja millum fimm og átta stig.