ÍF: Mistøkini í VFF Cup vera ikki endurtikin í Betrideildini (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá ÍF, Ólavur Larsen var gestur í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

Gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin var Ólavur Larsen, høvuðsvenjari hjá ÍF.

Ólavur hevur havt nógvar leiklutir í barndómsfelagnum, ÍF. Hann hevur verið nevndarlimur, formaður, hjálparvenjari og nú høvuðsvenjari.

Í byrjanini av sendingini róðu Ólavur og Tróndur aftur á sera torføra kappingarárið í 2019 tá ÍF bara fekk seks stig, men yvirlivdi kortini tí einki lið megnaði at vinna sær uppflyting úr 1. deild tá.

Ólavur og Tróndur tóku eisini samanum árið í fjør, og brádliga skilnaðin við hin venjarin hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus.

ÍF hevur tapt fýra av fýra dystum í VFF Cup, og onkran rættiliga stórt. Ólavur viðgongur, at spælararnir hjá honum hava gjørt stór mistøk í VFF Cup dystunum, men hann slær fast, at hesi mistøkini vera ikki endurtikin í Betrideildini. 

Ólavur ætlar, at tað skal vera áhugavert at fylgja dystunum hjá ÍF í Betrideildini.

Annars hevur ÍF ein stóran dag 25. mars. Tá fyllir felagið 75 ár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

(Fótbóltspanelið 5. februar. Gestur: Ólavur Larsen)