Sjáldan man skriftin hava staðið við so stórum bókstavum á vegginum, sum nú nýggj veljarakanning vísti væl og virðiliga, at Føroya fólk hevur fingið nóg mikið av fullveldistosinum.
Fyrst og fremst kom hetta til sjóndar við dyggu undirtøkuni til Sambandsflokkin, men so sanniliga eisini við tí ovurstóra afturstigi, kanningin gav Tjóðveldisflokkinum.
Ikki sørt hugstoytt at hoyra Høgna Hoydal tosa um, at nú skal arbeiðast av nýggjum, so fólkið aftur kann fáa álit á politisku skipanini. Hetta ljóðar meira innantómt nú enn tær túsund ferðirnar, hann fyrr hevur sagt tað.
Kanningin vísir greitt og týðiliga, at Føroya fólk hevur álit á politisku skipanini, tá tað velur at siga sína hjartans hugsan, so hon ikki kann misskiljast: Farvæl fullveldi!
Nú er nóg mikið av frasum og flosklum um fullveldi og sjálvberandi búskap, tí fólkið vil hava realpolitikk á føroysku dagsskránna aftur. Tað skal vera ítøkiligur politikkur og ikki tær beru staðfestingar, soleiðis sum tað hevur verið.
Eftir fimm ár við oyðimarkargongd, har alt hevur verið skrúvað upp í dreym-ar og ynski um, at politiski veruleikin var ein annar, enn hann veruliga var, vil veljarin hava eitt greitt útskifti í Tinganesi.
Uttan at ivast sigur triði hvør veljari í veljarakanningini, at Sambandsflokkurin nú eigur at taka við landsins leiðslu. Sagt verður fullveldinum farvæl so týðiliga, at eingin kann fara skeivur: Góðan dag, Føroyar!