Fólkið ynskir fullveldissamgongu

Fullveldissamgongan frá 1998 vann sær meirilutan aftur, og kann nú fáa gongd aftur á frælsistilgongdina. Um altso flokkarnir eru komnir yvir sítt politiska fornermilsi

Fullveldissamgongan við Tjóðveldinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum varð sett á stovn í 1998, og hóast samgongan í 2002 mátti hava styrk frá Miðflokkinum, so var meiriluti fyri fullveldinum. Eisini á valinum í 2004 valdi ein meiriluti í fólkinum at seta sín kross við fullveldisflokkar. Fjas og fjant og persónstrupulleikar gjørdu, at fullveldisflokkarnir ikki kundu semjast um eina samgongu, og tí sluppu sambandsflokkarnir framat saman við Fólkaflokkinum. Men føroyski fullveldisveljarin hevur ikki givið upp, og á valinum leygardagin fingu Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin aftur meirilutan av atkvøðunum. Fólkið ynskir fullveldi. Sambandsflokkarnir fingu ein frammaná við einans 13 av 33 tinglimum. Nú er at vóna, at politikarar megna at seta persónligar ósemjur til viks, virða fólksins vilja og stevnuskránna hjá Fólkaflokkinum, Tjóðveldinum og Sjálvstýrisflokkinum.