Fólkið vil hava Calderwood

Skal metast eftir spurnarkanning á heimasíðuni hjá Sosialinum, er eingin ivi um, hvønn føroyingar vilja hava sum nýggjan landsliðsvenjara

Fótbóltur

 

Eftir at tað í gjár varð staðfest, hvørjir teir tríggir seinastu kandidatarnir til landsliðsvenjarastarvið eru, varð ein sonevndin quick-poll løgd á netið, har lesararnir hjá Portalinum og Sosialinum kunnu greiða atkvøðu um, hvønn av teimum trimum venajrakandidatunum tey ynskja til landsliðsvenjara.

Starvsnevndin hjá FSF skal seinnapartin í dag taka støðu til, um teir fara til samráðingar við Colin Calderwood, Flemming Serritslev ella Luka Kostic, men skal metast eftir atkvøðugreiðsluni, er eingin sum helst ivi um, hvør er fremsta ynskið til sessin.

Klokkan 11 í dag høvdu 1.600 fólk greitt atkøvðu, og av hesum ynskja 62%, at nýggi landsliðsvenjarin eitur Colin Calderwood. Flemming Serritslev hevði tá fingið 22% av atkvøðunum og Luka Kostic hevði 16% av atkvøðunum.

Nú skulu slíkar kanningar á netinum sjálvandi altíð takast við ávísum fyrivarni, men við somikið stórum tali av atkvøðum og somikið greiðum prosentbýti er lítið at ivast í, at kanningin í stóran mun endurspeglar eina almenna áskoðan.