Tann samhaldsfasta samfelagsáskoðanin er í stóran mun sett til viks hjá hesum landsstýrinum, hóast smávegis batar eru hendir. T.d. er fólkapensjón hækkað nakað, og harafturt verður Landssjúkrahúsið útbygt í hesum árum. Men í staðin fyri at menna tað samhaldsfasta í samfelagsskipanin gongur alt meiri og meiri á tað øvugta borðið, sum vit síggja í brúkaragjøldum og privatiseringum.
Hesum politikki tekur Javnaðarflokkurin ikki undir, og tað kom greitt til sjóndar á landsfundi hjá flokkinum nú um vikuskiftið. Fundurin tekur tí undir við nýggja valskránni hjá flokkinum, sum setur vælferðina hjá fólki í fremstu røð. Sitandi hevur sett fullveldismálið í fremstu røð og onnur átrokandi mál eru annaðhvørt ikki raðfest ella eru raðfest aftarlaga.
Víst hevur samgongan sett sær fyri at fara at byggja eitt ellis og røktarheim í Norðurstreymoy, men enn er spakin ikki settur í jørðina, og fleiri ár fara at ganga, áðrenn nakar kann flyta inn. Ímeðan gerst røðin av okkara gomlu, sum vilja ella mugu á ellisheim alsamt longri. Javnaðarflokkurin hevur tí sett sær fyri, at kemur hann í landsstýrið eftir næsta val, skulu 160 ellisheimspláss byggjast næstu fýra árini.
Somuleiðis er flokkurin, um hann fær undirtøku, sinnaður at taka eitt dyggiligt stig í samband við eftirlønina hjá pensjónistum okkara. Hetta landsstýrið hevur í fleiri ár lovað, at eitt uppskot til eina nýggja pensjónsskipan skuldi leggjast fram, men tað er ikki komið undan kavi í Almanna og heilsustýrinum enn. Og tað kunnu vit bara fegnast um, um tað skuldi gerast eftir leisti fólkafloksins um eina fólkatrygging.
Ein av høvuðsstólpunum í vælferðarskipanini er heilsuverkið, og á hesum øki ásannar javnaðarflokkurin, at ein veruligur heilsupolitikkur má stingast út i korti. Ein politikkur, sum byggir á fyribyrging, upplýsing, og eitt vælvirkandi heilsuverk, og ikki eitt heilsuverk, sum er so undirmett á játtanum, at arbeiðið er ein kapprenning ístaðin fyri røkt. Stóri spurningurin er so, um flokkurin dugur at fáa henda politikk á dagsskránna undan valinum, sum í seinasta lagi verður í apríl næsta ár.