Fólkið frøddist um Fimi

Seinnapartin í gjár vóru hundraðtals gestir komnir til hátíðarhald í nýggju og stásiligu fimleikahøllini í Havn, Fimi, sum nú er handað og klár at taka í brúk

Havnar Hornorkestur spældi, røður vóru hildnar og fimleikarar frá bæði Havnar Fimleikafelag og Ljósinum høvdu framsýning.
Talan er um eina sera framkomna høll, sum fevnir um tvær rútmiskar hallir og eina amboðshøll. Á teimum tilsamans 3.900 fermetrunum eru allir hentleikar, ið krevjast í nútíðar fimleiki, og hóast ikki sær út til at vera spart upp á nakað, hevur prísurin upp á umleið 59 milliónir krónur hildið.
Høgt er til lofts og vítt til veggja í Fimi, sum harumframt eisini fer at geva umleið 500 áskoðarapláss til Tórsvøll. Enn er eftir at snøgga rundanum, men tá alt er liðugt, verður ítróttarøkið í Gundadali ein enn betri og samanhangandi eind.
Tað var heilt týðiligt undir hátíðarhaldinum í gjár, at fólkinum dámdi tað, tað sá, og ikki minst tey smærru frøddust um høllina og alt tað nógva, hon hevur at bjóða.