Fólkatonleikur í Fuglafirði

Mikukvøldið 27. juni klokkan 20 verður konsert við fólkatónleiki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Werner Schulze úr Eysturíki kemur higar við einum hópi av tónleikarum, sum fara at hava konsertina.

Hesin hópur telur umleið 20 fólk, sum lesa tónleik við tónleikaháskúlan í Wien (University of Music and performing Arts, Vienna).

Á konsertini verður serliga fólkatónleikur at hoyra. Ljóðførini, sum spælt verður á, eru: harmonika, citar, floyta, violin, klaver o.s. fr.

Werner Schulze er borin í heim í Wiener Neustadt í Eysturíki í 1952. Hann er professari í Harmoniskari tilgongd í átøkum úr ymiskari mentan, og hevur hann eisini tikið eina PH ritgerð í heimsspeki(filosofi). Hann arbeiðir sum komponistur, granskari og hevur fingið fleiri virðislønir fyri sínar tónsetingar og sítt arbeiði.

Werner Schulze spælir sjálvur fagot, og er hann føroyavinur burturav. Hann spældi við til dømis í kantatuni, tá ið kirkjan í Fuglafirði varð vígd 1984. Hann hevur verið her fleiri ferðir síðani í síni frítíð og sum tónleikari.