Fólkatingssessurin, ES og Miðflokkurin

Jenis av Rana
??????

Mong eru, sum spyrja hví Miðflokkurin metir tað vera skeivt, um Føroyar gerast limir í ES. " Aðrar tjóðir ynskja limaskap og síggja slíkan at vera einastu bjarging, serliga fíggjar-liga, so hví ikki vit" ? verður ført fram. Lat meg í stuttum greina støðu okkara, eina støðu, sum er vorðin enn greiðari eftir undirritanina av nýggju ES grundlógini!
Fyrst av øllum ávarða vit móti ES vegna manglandi fólkaræði. Fólkaræði, t.v.s. demokrati, hevur altíð verið ein av hornasteinunum, samfeløg á okkara leiðum hava verið grundað á, men so er ikki við ES. Kann vera at týdningurin av hesum ikki hevur verið so avgerandi, tey árini einkultu limalondini enn ikki høvdu avreitt stórsta partin av avgerðarrætti sínum til samveldið. Men støðan í dag er at lokalu parlamentini fáa minni og minni at siga, meðan ES tekur yvir og fær størri og størri avgerðarrætt yvir einstøku limalondunum. Tvs. tey demokratiskt valdu lokalu tingini víkja fyri tí ódemokratiska og centralt stýrda ES veldinum.
Men álvarligari enn hetta er tað guðloysi, sum til fulnar vísti sítt andlit undir tilevnani av nýggju grundlógini. Tóat serliga katólsku londini stríddust til tað síðsta fyri at fáa kristnu sjónarmiðini við í ES grundlógina, máttu tey lúta, og vit fingu eina grundlóg, sum ikki hevði pláss fyri Gudi. Honum, sum í síðsta enda hevur alt vald, og mátt til at varðveita, ikki bert Føroyar, men øll viðurksifti ES landanna. Men tey vrakaðu Hann, og harvið ta hjálp, sum einans hann megnar at geva, tá á stendur. Harvið hava ES lond grava egnu grøv sína- og vit hava fingið enn eina orsøk til verja okkum móti innliman í hendan felagsskap.
Vit í Miðflokkinum síggja tað vera umráðandi, her heima, og í samskifti við aðrar tjóðir, aftur og aftur at minna á, at álit okkara ongantíð má gerast menniskju ella menniskja verk, verið tað tjóðir ella felagsskapir. Álit Føroya má vera Hann, sum aldri fer at svíkja tann, sum setur álit sítt á Hann- Skapari Himins og Jarðar. Hetta førða vit fram her heima, og á fólkatingi, um álit verður víst okkum til hetta.