Fólkatingslimir skulu hava 41 prosent í lønarhækking

Ein uppgerð við marglætispensjónina hjá fólkatingslimum kann hækka fólkatingslønina til 959.000 krónur um árið.

Bæði Eindarlistin og Danski Fólkaflokkurin kalla útkastið til nýggja politikaraløn fyri »gramligt«.

Ein ársløn upp á 959.000 krónur poluss 17 prosent í arbeiðsgevaragoldnari pensjón.

Tað kann gerast úrslitið hjá fólkatingslimum, tá politikarar í nýggja árinum skulu samráðast um teirra egnu løn. Tað skrivar DR Nyheder

Í dag er árslønin hjá einum fólkatingslimi 678.000 krónur. Oman á tað kemur eitt skattafrítt ískoyti upp á 63.000 krónur um árið. Pensjónin er lívslong og støddin er treytað av, hvussu leingi politikararnir hava sitið í Fólkatinginum.

Fyri tveimum mánaðum síðani boðaði ein breiður meiriluti í Fólkatinginum frá eini uppgerð við marglætispensjónirnar og øðrum ágóðum, sum politikararnir ofta verða hartaðir fyri.

Tí bað formaður Javnaðarfloksins á tingi, Flemming Møller Mortensen, um at fáa gjørdar útrokningar uppá, hvussu lønarpakkin skuldi síggja út, um hann skuldi líkjast vanliga arbeiðsmarknaðinum. DR Nyheder hevur fingið innlit í útrokningarnar, sum eru gjørdar av Medarbejder og Kompetencestyrelsen.

Tær vísa, at grundlønin hjá politikarunum, skal hækka við 280.000 krónur ella 41 prosent, um tey skulu fáa endurgjald fyri, at tað skattafría ískoytið og marglætispensjónin hvørvur. Á henda hátt fara broytingarnar í politikaralønunum ikki at føra til færri útreiðslur.

Bæði Vinstri og Javnaðarflokkurin, sum saman hava meiriluta í Fólkatinginum og í mong ára hava staðið øksl móti øksl í stríðnum um politikaralønir, halda, at broytingarnar í lønunum hjá politikarunum, ikki skulu føra til sparingar. Og tað heldur Karsten Lauritzen, næstformaður í fólkatintgsbólkinum hjá Vinstra, fast í.

– Tað snýr seg ikki um, at fólkatingslimir fáa 41 prosent meira í løn. Uppskotið er at broyta nakrar serreglur um pensjón til meira í løn. Vit hava ta hugsjón, at vit ikki kunnu gera lønarviðurskiftini verri, tí vit hava brúk fyri, at røsk og klók fólk stilla upp til politikk. Og tá fáa vit ikki við at gera treytirnar verri, sigur Karsen Lauritzen.

Hesum er Flemming Møller Mortensen úr Javnaðarflokkinum, sum situr við borðendan undir samráðingunum, samdur í. Hann vil ikki viðmerka nýggju útrokningarnar.

Forkvinnan hjá teimum Radikalu á tingi, Sofie Carsten Nielsen, er til reiðar at stuðla uppskotinum til ein nýggjan lønarpakka, sum gevur fult endurgjald.

– Eg vil fegin hava eina loysn, sum kostar tað sama. Tað er skilagott. Útgangsstøði okkara er at gjøgnumføra tilmælið. Tað er lætt at skilja, og tað er á støði við tað, sum ein stjóri hjá tí almenna fær.

Einarlistin og Danski Fólkaflokkurin hava aðra hugsan.

– Politikarar áseta sjálvir sína løn. Og um tú gevur tær sjálvum so stóra lønarhækking, so vil eg kalla tað gramleika, sigur Rosa Lund úr Eindarlistanum.

Formaðurin í Danska Fólkaflokkin, Kristina Thulesen Dahl, er púra samdur.

– Eg haldi, at vit kunnu kalla tað grammleika. Eg haldi, at politikarar í góðum og ringum skulu kunna fyrihalda seg til fólki og tær avbjóðingarnar, sum danir hava. Tí skulu vit ansa eftir ikki at flyta politikarar ov langt frá teimum fólkum, sum teir skulu umboða, sigur hann.

Eitt týðandi punkt, sum skilir partarnar, er skattafría ískoytið upp á 5.250 krónur um mánaðin. Ískoytið var sett í gildi í 1954 og skuldi millum annað dekka útreiðslur til porto og telefon. Í dag hava fólkatingslimir fría telefon, sum teir verða skattaðir av, men ískoytið frá 1954 er varðveitt kortini.

Javnaðarflokkurin, Vinstri og tey Radikalu síggja hetta sum ein samlaðan lønarpakka, so um okkurt skal burtur, so skal lønin hækka tilsvarandi. Annars verða treytirnar tilsamans verri. Men tað skilja Eindarlistin og Danski Fólkaflokkurin ikki.

– Eg haldi, at vit skulu taka burtur ískoyti og gera eina skipan, har lagt verður upp fyri útreiðslum, vit hava. Eins og gjørt verður á øllum øðrum arbeiðsplássum, sigur Rosa Lund.

Kristian Thulesen Dahl fer eitt sindur longur. Hann heldur bæði, at skattafría ískoytið skal burtur og at pensjónin skal broytast frá lívslangari tænastumannapensjón til vanliga arbeiðsmarknaðarpensjón, uttan at pilkað verður við grundlønina.

– Tær báðar broytingarnar kunnu vit sum einki gera uttan at hækka lønina hjá politikarum, sum skotið verður upp, sigur formaðurin í Danska Fólkaflokkin.