Nýggja Færølegatið hjá fólkatinginum er á 30.000 krónur, og hesar pengar fær ein danskur journalistur, sum vil gera eina reportasjuferð til Føroya fyri at skriva um búskaparlig, politisk, sosial ella mentanarlig viðurskifti.
Legatið er ætlað einum fólki, sum arbeiðir sum journalistur, og lesandi kunnu ikki søkja.
Freistin at søkja legatið er tann 30. mars, og ætlanin er, at pengarnir skulu latast tann 20. apríl.