Fríggjakvøldið verður fólkatónleikur at hoyra í Tøting í Syðrugøtu. Á skránni verða danska duettin Jensen & Bugge, og fuglfirðingarnir Niels Midjord og Petur J. Eliasen (Lylli)
Jensen & Bugge: Hóast framvegis ungan aldur, hava tey bæð Mette Katrine Jensen (harmoniku) og Christian Bugge (fiól), longu haft 10 ára jubileum fyrr í ár. Í løtuni eru tey á konsertferð runt í Danmark, og leggja líka leiðina framvið hjá okkum, áðrenn tey fara yvir til USA at vísa síni kynstur. Tey spæla danskan fólkatónleik... við serligum denti á eysturjyskan spælimanstónleik. Ì stuttum, tónleikur sum kann fáa øll at trampa í gólvi!
Lylli og Niels: Teir báðir Niels Midjord og Petur J. Eliasen (Lylli) hava seinastu árini sungi og spælt nógv saman, bæði sum Evert Taube tulkarar og kingo sangarar. Niels hevur fyri stuttum endurútgivið kenda ?bingo bandið?, við landaplagum sum ?Mín Grái Fordur? og ?Fimm Feitar Flugur?. Tí kunnu vit heilt sikkurt vænta okkum eina góða og fjølbroytta skrá frá teimum báðum fuglfirðingunum.