Eins og vanligt verða konsertir á bygd og í bý, og tónleikarar úr Føroyum og úr øðrum londum vera við. Útlendsku gestirnir í ár eru bólkurin »Utla« úr Noregi, bólkurin »Dandala« við 6 monnum úr Gambia og einum dana, heimskendi svenski tvørfloytuleikarin Anders Hagberg og tvímansbólkurin »Tonemakeriet« úr Noregi, sum eisini var og vitjaði í fjør.
Millum føroysku luttakararnar eru »Shalder Geo«, »Enekk«, Niels Midjord, nýggi spælimansbólkurin »Gigl« og ein uppaftur nýggjari bólkur uttan heiti. Rokkbólkurin »Click Haze« verður við á eini uttandurakonsert, sum verður í Gøtu mánakvøldið 10. juli.
Utla
Bólkurin »Utla« er ein rættiliga sermerktur free-jazz-fólkatónleikabólkur, har ljóðførini, ið nýtt verða, eru saxofon, harding-fiól og alskins slagljóðføri. Teir, ið manna bólkin, eru Håkon Høgemo, Terje Isungset og Karl Seglem, ið allir eru úrmælingar á ljóðførum sínum. Bólkurin hevur ferðast um alt Europa, í USA, Canada og Japan og givið 4 fløgur út við sínum egnu kompositiónum og tilrættisleggingum av siðbundnum norskum tónleiki.
Dandala
Hetta er ein bólkur við trimum trummuleikarum, einum saxofon-leikara, einum bass-leikara, einum kora-hørpuleikara og fýra sangarum. Tað er Basiru Suso, ið syngur solo og spælir á vesturafrikanska streingjaljóðførið kora. Bólkurin spælir egnar sangir og tilrættisleggingar av siðbundnum sangum og instrumentalum løgum úr Gambia, haðani fimm av teimum seks monnunum eru ættaðir.
Malick Jagne, ið var í Føroyum í fjør og spældi saman við føroyska bólkinum »Click Haze«, er ein av trummarunum í bólkinum og fer ? eins og í fjør ? at undirvísa á einum trummuskeiði, ið hesaferð verður á Háskúlanum í Havn, týskvøldið 11. juli. Áhugað kunnu tekna seg longu nú hjá Jón Tyril, tlf. 441653 ella 442115.
Anders Hagberg
Anders Hagberg úr Svøríki er ein ógvuliga royndur tvørfloytuleikari við beinunum í mongum ymiskum tónleikasløgum, heimatónlist, jazzi, poppi o.ø. Er í løtuni ein av limunum í heimskenda svenska/indiska heimstónlistabólkinum »Mynta«, sum higartil hevur givið tvær fløgur út, og hevur fleiri ferðir verið í Føroyum sum limur í norðurlendska »Yggdrasil«, sum er ein jazz-bólkur við »heimstaði« her á klettunum.
Tonamakeriet ella Kjekk Norsk Ungdom
Hetta eru Audun Austli, ið spælir kassagittar, og Kyrre E. Slind, ið spælir indiskan sitar. Teir spæla egið tilfar, og vóru við á stevnuni í fjør.
Umframt konsertirnar, sum í ár verða í Havn, bæði innan- og uttandura, í Gøtu, í Skálavík, umborð á »Smyrli« á veg til Tvøroyrar og í Klubbanum á Tvøroyri, verður skipað fyri einum barnatiltaki í Listaskálanum, har Sharon Weiss fer at undirvísa í ymiskum fólkadansum, og hjá teimum við áhuga í afrikanskum trummuspæli verður skipað fyri einum skeiði í hesum á Háskúlanum í Havn, sum lýst omanfyri.
Føroya Fólkatónleikarfelag skipaði nú í vetur fyri eini work-shop við støði í Nótabókini hjá Svabo frá 1775, og nakað av tí, ið kom burtur úr verður at hoyra á eini uttandurakonsert í Grasagarði í Havn leygardagin 15. juli. Sunnudagin 16. juli verður, triðja árið á rað, kingo-konsert í Havnar kirkju.
Fólkatónleikarstevnan í ár verður í ár fyriskipað av Føroya Fólkatónleikarfelag í samstarvi við Norðurlandahúsið og Tónleikasamtakið Grót.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????