Gigni hevur gjørt eina kanning av heilsustøðuni hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum. Hetta er gjørt við at savna inn hagtøl, sum hava til endamáls at vísa, hvussu støðan hjá næmingunum er.
- Skrásetingarnar hjá heilsufrøðingunum vísa, at heilsufrøðingar finna nógvar trupulleikar og avbjóðingar hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum, sum á ein ella annan hátt hava týdning fyri likamligu, sálarligu og sosialu heilsuna, nú og eisini framyvir. Talan er sostatt um viðurskiftir, sum kunnu ávirka heilsuna neiliga, ímeðan næmingurin gongur í skúla, men eisini um viðurskiftir, sum kunna hava stóra ávirkan á heilsuna upp í vaksnamannalívið. Viðurskiftir, sum ávirka lívsgóðskuna neiliga, í summum førum kanska alt lívið, skrivar Gigni.
Víðari verður sagt, at alt eftir hvønn trupulleika ella avbjóðing talan er um, so verður næmingurin, í samráð við foreldur, sendur víðari til annan viðkomandi fakkunnleika, umframt at heilsufrøðingurin, so vítt møguligt, roynir at fylgja næminginum og familjuni, fyri at tryggja, at hond verður tikin um barnið.
- Men ein trupulleiki, sum heilsufrøðingar tó ofta møta, er, at bíðitíðin hjá næminginum og vegurin til røttu og viðkomandi útgreiningina ella hjálpina, kann vera sera langur. Tískil síggja vit nógvar næmingar, sum alt ov leingi verða sleptir upp á fjall, og harvið gerst “skaðin” og avleiðingin fyri heilsuna tað størri. Hetta ger, at alt meira arbeiðsorka hjá heilsufrøðinginum fer til hesar næmingar, tí avleiðingin av manglandi fakligari hjálp kann vera sera lemjandi og í summum førum lívshóttandi, skrivar Gigni.
Les eisini: Fólkaskúlin: Fjórði hvør hevur sálarligar avbjóðingar