Fólkaskúlin í Klaksvík raðfestast hægri

? Nú skal fólkaskúlin í fokus. Tað sigur forkvinnan í mentunarnevnd Klaksvíkar býráðs, Jórun Høgnesen. Hon fílist á, at tað hevur tikið alt ov langa tíð at fáa skúlarnar upp eftir raðfestingarlistanum, men nú sær út til, at tað fer at henda nakað á økinum

Klaksvík:
Fólkaskúlarnir í Klaksvík hava staðið í stað í fleiri ár. Skúlin á Ziskatrøð hevur sæð út sum eitt byggipláss í fleiri ár, meðan arbeitt hevur verið við at sett hann í stand. Hin skúlin, skúlin við Ósánna hevur verið ov lítil í fleiri ár. Og tosið um útbygging er við at verða gamalt eftirhondini. Men forkvinnan í Mentunarnevndini sigur, at nú fer okkurt at henda.
? Vit hava umleið 2,3 milliónir til fyrsta byggistig av útbyggingini av Ósáskúlanum, sum umfatar nýtt fýrrúm og arbeiðsrúm til skúlatænaran og fýra nýggjar skúlastovur, greiðir Jórun Høgnesen frá.
Og arbeiðið upp á skúlan á Ziskatrøð fer í gongd aftur í summar eftir, at steðgur hevur verið í eitt ár ella gott tað.
Tað hevur verið sera tungt at fáa tær neyðugu játtaninar til skúlarnar, men forkvinnan í mentunarnevndini sigur, at nú sær út til, at meiirluti er fyri, at nú skal nakað henda. Orsøkin til, at tað hevur verið so tungt er, at íløgukarmurin er so tepur, og nógvar hart tiltrongdar íløgur eru í kommununi.

Fólkaskúlarnir
Skúlin við Ósánna lýkur ikki krøvini, sum fólkaskúlalógin setur. Til dømis er ongin serstova á skúlanum og heldur ongin køkur. Sum er fara næmingarnir niðan í hin skúlan, tá tey hava køk og smíð, meðan tey hava hinar lærugreinarnar í hondverk og list inni teirra vanligu skúlastovu.
Ein bólkur varð settur til at lýsa tørvin í skúlanum við Ósánna, og har varð staðfest, at tørvur er á einum 12 nýggjum skúlastovum íroknað serstovunum og køkinum.
Jórun Høgnesen sigur, at avgerð skal takast um, hvussu farast skal í gongd við Ósáskúlan.
? Vit hava tosað um at seta eina arkitektakapping út í kortið, men enn er onki endaliga avgjørt, sigur hon. Hon torir heldur ikki at siga nakað um, nær nýggi parturin av skúlanum verður klárur at taka í nýtslu, tí røddir hava eisin verið frammi um, at tað møguliga hevði verið skilagott at bíða eitt ár við at fara í gongd, tí so er tað meira av pengum at arbeiða við.
? Men tað sum eg vil er, at alt fyrireikingararbeiðið skal verða gjørt í ár í øllum førum, sigur Jórun, sum tó ikki dylir fyri, at ynskiligt hevði verið, um skúlin hevði tær fýra nýggju skúlastovurnar til komandi skúlaár.
Arbeiðið við at í standgera skúlan á Ziskatrøð gongur ikki so skjótt, fyri tað fyrsta tí, at meginparturin av innanduraarbeiðinum má gerast, meðan børnini hava frí. So fyri tað mesta hevur summarfrítíðin verið sett av til arbeiðið. Men í summarfrítíðini í fjør varð onki gjørt við skúlan, tí ongin arbeiðsmegi var til taks. Hetta varð mett at vera ein stórur brølari frá kommununi og umsitingini, men í ár er so tryggjað, at tá skúlin fer í summarfrí, tá byrjar arbeiðið bæði innan og uttan.
Hetta varð samtykt á býráðsfundi týskvøldið.

Serskúlin
Jórun sigur at við at útbyggja fólkaskúlarnar, so er trupulleikin við serskúlanum framvegis ikki loystur. Tann skúlin er í dag til børn við serligum tørvi, sum á ongan hátt kunnu vera í einum vanligum skúlaflokki.
Sum er eigur kommunan at byggja ein møguligan nýggjan serskúla. Og tað sigur Jórun, at hon gongur inn fyri, men hon leggur dent á, at tørvurin má nøktast og ikki bert nú, men eisini fram í tíðina. Og tí heldur hon, at tað er umráðandi at hugt verður frameftir, um ein nýggjur serskúli skal byggjast.
Men forkvinnan í mentunarnevndini heldur, at eitt betri hugskot hevði verið at bygt ein sernámsdepil við øllum, sum skal til, í Klaksvík. Hon vísir á, at miðnámsskúlar liggja úti á økjunum, og tað er við til at halda ungdómin í teirra heimstaði í eitt longri tíðarskeið.
? Hesir skúlar verða fíggjaðir av landinum, so hví ikki lata landið verða við til at fíggja skúlar til smábørn, sum hava enn størri tørv á at vera í ella so stutt frá, í tann mun tað ber til, teirra heimliga umhvørvi, spyr hon við atliti til tann ætlaða undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð.
? Við einum tílíkum sernámsdepli, hevði borið til at bygt eina vitan upp, sum hevði komið øllum fólkaskúlanum tilgóðar. Og eisini íblástur til lærararnar, sum dagliga eru um hesi børnini. Og eg fari at taka upp samráðingar við landsins myndugleikar um hetta málið. Men fer tað ikki at lata seg gera, so mugu vit finna út av eini loysn sjálvi, men so verður tað ikki so umfatandi, sigur Jórun Høgnesen, sum heldur, at tað er av stórum týdningi, at foreldrini til hesi børnini fáa møguleika til at verða við í fyrireikingararbeiðinum til ein tílíkan skúla.
? Kommunan kennir ikki tørvin hjá hesum børnunum, men við at fáa foreldrini upp á tal, so áttu vit at kunna fingið eina góða lýsing av tørvinum saman við lýsingini hjá sosialu deild, sum arbeiðir við tí nú. Børn við serligum tørvi hava krav upp á eitt virðiligt tilboð sigur Jórun.
Serskúlin í dag heldur til í bygninginum, sum vanliga verður kallaður gamli skúli. Tað er í sama bygningi, sum Klaksvíkar Tónlistaskúli heldur til. Men Jórun sigur, at um eini hóskandi høli verða til taks til Tónlistaskúlan, so hevði møguleikin fyri at bygt allan gamla skúla um til ein serskúla verið til staðar ? ella umvent.
? Men tað er onki avgjørt enn, men arbeitt verður við øllum hesum málunum, og eg vóni, at vit um nøkur ár kunnu síggja eitt fólkaskúlaumhvørvi, sum øll kunnu fáa gleði av, sigur Jórun og vísir at enda á, at fólkaskúlin er tann einasti stovnurin í lívinum hjá fólki har tey skulu verða, uttan at tey kunna velja, í níggju ár.