FÓLKASKÚLIN
Fólkaskúladeildin í Mentamálastýrinum roynir at sníkja hámarkið fyri næmingatal í fólkaskúlanum upp. Tað heldur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta P. Petersen, nú tímabýtislykilin verður broyttur.
- Við at lova skúlaleiðslunum nakrar tímar afturat, roynir Fólkaskúladeildin at hækka hámarkið í flokkunum í fólkaskúlunum gjøgnum bakdyrnar, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Fólkaskúlalógin ásetur, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki.
- Hetta heldur ikki sambært nýggja tímabýtinum. Fólkaskúladeildin eggjar við nýggja tímabýtislyklinum til, at næmingatalið fer upp um hetta. Gularótin er, at um tveir næmingar verða trýstir inn í hvønn flokk afturat, fær yvirfylti flokkurin nakrar fáar eykatímar. Og av tí, at støðan í fólkaskúlanum viðvíkjandi tímum er sera trong, kann hetta hava við sær, at skúlaleiðslur lata seg tøla.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag setur spurnartekin við, um skúlaleiðslurnar góðtaka hesa víðkan.
- Gera skúlarnir, sum Fólkaskúladeildin leggur upp til, hava vit góðtikið, at tað ikki er eitt undantak, at næmingatalið fer upp um 24, men vit geva loyvi til, at regulin verður, at næmingatalið, eisini við skúlaársbyrjan, fer upp á 26 næmingar í flokkunum. Tá slíkt verður gjørt, verður tað ofta til eina siðvenju og síðani til lóg.
Í farnu viku viðgjørdi løgtingið eitt uppskot, um næmingatalið í flokkum fólkaskúlans eigur at setast niður. Tað fall.
- Meðan orðaskifti hevur verið í løgtinginum um næmingatalið, hevur Fólkaskúladeildin - við vælsignilsi frá landsstýrismanninum - arbeitt við tí mótsetta, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Hon vil vera við, at Fólkaskúladeildin hevur eina fjalda ætlan aftan fyri tann nýggja tímabýtislykilin.
- Er ætlanin, at hækkaða næmingatalið skal fíggja tann nýggja tímabýtislykilin, so hann verður útreiðsluneutralur? Føroya Lærarafelag, skúlaleiðslur og lærarar hava kravt, at tímabýtislykilin skal broytast. Nú heldur Mentamálastýrið, at vit eiga at verða nøgd. Aðrastaðni verður hetta kallað manipulatión.
- Tann einstaki næmingurin hevur krav uppá, at hann fær nakað burturúr skúlagongdini, sigur nýggja fólkaskúlalógin. Nú kunnu vit av álvara seta spurnartekin við, um lærararnir verða førir fyri at geva hvørjum næmingi sítt, tá flokkarnir verða enn meira yvirfyltir. Og hvussu verður skúlin førur fyri at uppfylla treytirnar fyri, at skúlin er fyri øll, tá myndugleikin er tann fyrsti til at undirmeta lógina.
Skúlastovurnar eru als ikki gjørdar til flokkar við 26 næmingum og kanska fleiri.
MYND: ELSA BIRGITTA P. PETERSEN
Myndatekstur: - - Er ætlanin, at hækkaða næmingatalið skal fíggja tann nýggja tímabýtislykilin, so hann verður útreiðsluneutralur, spyr Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag