FÓLKAKIRKJAN
MYNDATEKSTUR:
- Fólkakirkjan er stóra yvirtøkan, sum samgongan hevur sett sær fyri. Fólkakirkjan verður á føroyskum hondum 1. januar í 2007, segði løgmaður í røðu síni á ólavsøku í ár.
Men hvør skal avgera, hvat tann føroyska kirkjan skal boða í framtíðini? Tað er ein av teimum stóru spurningum, nú ein trímannabólkur fyrireikar yvirtøkuna av Fólkakirkjuni
Mynd: Bárður
- Fólkakirkjan er stóra yvirtøkan, sum samgongan hevur sett sær fyri. Fólkakirkjan verður á føroyskum hondum 1. januar í 2007.
Hesi orðini segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í Løgtinginum ólavsøkudag, tá hann helt ta árligu løgmansrøðuna.
Sum so er tó einki nýtt í hesum. Samgongan, ið nú situr, er nevniliga ikki tann fyrsta, sum hevur sett sær hetta mál. Núverandi samgonguskjal er nevniliga tað triðja í røðini, sum hevur sett sær fyri at yvirtaka Fólkakirkjuna. Longu í 1998 setti táverandi samgonga við Anfinni Kallsberg á odda sær fyri at yvirtaka Fólkakirkjuna, og skuldi hetta henda í ár 2000. Eisini tað næsta samgonguskjalið, sum Anfinn Kallsberg var við til at undirskriva sum løgmaður í 2002 setti sær fyri at yvirtaka Fólkakirkjuna.
Triðju ferð, Fólkakirkjan varð nevnd sum yvirtøka í einum samgonguskjali, var í fjør, tá Jóannes Eidesgaard varð valdur til løgmann, og hesaferð vildi Sambandsflokkurin vera við til at yvirtaka kirkjuna.
Í samrøðu við Sosialin vátta bæði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, ið umsitur kirkjumál, at alt nú gongur, sum tað skal við hesum máli, og at tað helst fer at eydnast hesaferð at halda ta ásettu tíðarfreistina, sum altso gongur út um einar 16 mánaðar. 1. januar 2007 er dagurin, tá Føroya kirkja verður føroysk.
Løgmaður sigur, at hann hevur fult álit á, at alt er, sum tað eigur at vera í hesum máli.
Halda fast við sjálvboðið arbeiði
Í løtuni situr ein trímannabólkur við tveimum løgfrøðingum hjá Mentamálaráðnum og einum løgfrøðingi hjá Føroya Stiftsstjórn og arbeiða við at fyrireika lógirnar, sum skulu galda, tá kirkjan skal yvirtakast.
Harafturat hevur ein kirkjuligur fylgibólkur, sum er mannaður av bispi, dómprósti, formanninum í Felagnum fyri kirkjuráðslimir og formanninum í Prestafelagnum fylgt arbeiðinum, umfram at ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum somuleiðis hava verið eygleiðarar.
Maria Húsgarð, løgfrøðingur og fulltrúi í Mentamálaráðnum, er ein av limunum í arbeiðsbólkinum, og hon sigur í samrøðu við Sosialin, at tey eru komin langt við tí lógarfyrireikandi arbeiðinum, og at hóast eingin lóg er liðug at viðgera enn, so er tað sambært henni sannlíkt, at 1. januar 2007 verður dagurin, tá Fólkakirkjan verður yvirtikin.
Hvussu kirkjan skal fíggjast í framtíðini, sigur Maria Húsgarð, at her verður hugt eftir, hvussu til ber t.d. at krevja inn kirkjuskatt. Í samgonguskjalinum verður sagt, at ein vil gjalda allar útreiðslur hjá kirkjuni, og er hetta tilsamans einar 15 milliónir fyri umvælingar og lønir.
Fyrireikararnir av yvirtøkuni vilja ikki siga møguleikan frá sær at hækka kirkjuskattin, men ætlanin er ikki, at kirkjan ikki skal løna alt ov nógvum fólkum ella gerast alt ov dýr. Tvs. politiskt er ynskiligt, at hildið verður fram, sum ein ger í Føroyum í dag, har t.d. nógv arbeiði, t.d. kórsangur, er sjálvboðið. Í fleiri av okkara grannalondum verða lønir hinvegin rindaðar til eitt nú kirkjusangarar. Her kann nevnast, at kirkjuskatturin í Føroyum er 0,4 %, meðan t.d. danir gjalda 0,8 %.
Um serligur tørvur er á peningi í onkrari bygd, sókn ella kommunu, ber tó til sambært Toll- og Skattstovu Føroya at áseta lokalan kirkjuskatt.
Prestar ikki longur tænastumenn
Sum nú er, eru prestarnir í Føroyum danskir tænastumenn, men Maria Húsgarð væntar, at eftir eina møguliga yvirtøku fara teir at kunna velja, um teir vilja halda fram sum danskir tænastumenn, ella um teir vilja koma undir eina føroyska skipan. Slíkt er eisini roynt við øðrum yvirtøkum.
Prestar, sum verða settir í embæti eftir yvirtøkuna fáa tó ikki hendan møguleika.
Maria Húsgarð nevnir, at tað almenna er við fara frá tænastumannaskipanini og nevnir starvsteytirnar hjá lærarunum sum dømi. Í dag eru tað nevniliga fyri tað mesta bert stjórar, sum eru tænastumenn.
Sostatt kann væntast, at prestarnir í Føroyum verða sáttmálasettir í framtíðini, og at teirra lønir verða settir eftir samráðingar millum teirra fakfelag og Landsstýrið. Prestalønirnar verða altso ein samráðingarspurningur.
Tað verður altso Landsstýrið, sum verður setanarmyndugleiki hjá komandi prestum, men arbeiðsbólkurin hevur ikki hildið seg til at gera fleiri ásetingar um lønir, av tí at hetta helst fer at hoyra undir lønardeildina í Tinganesi. Tað innihaldsliga í teimum føroysku kirkjulógunum kemur helst at líkjast teimum donsku, men tær verða helst ikki so detailregulerandi, og helst meira fleksiblar enn tær donsku, sigur Maria Húsgarð.
Viðvíkjandi kirkjum, prestagørðum og øðrum bygningum verður eisini samráðst við danskar myndugleikar. Nakrir av hesum bygningum skulu nevniliga keypast frá danska myndugleikanum, meðan viðurlag ella samsýning helst skal latast frá danskari síðu til aðrar, av tí at hesir eru gamlir og í ringum standi, og her luttekur bygningadeildin hjá Fornminnissavninum í arbeiðinum.
Kirkjubygningarnir eru tó føroysk ogn.
Sermerkt yvirtøka
Í framtíðini verða kirkjuráðsvalini møguliga tengd at kommunuvalunum, men hetta er semja tó enn ikki fingin um, sigur Maria Húsgarð. Fyrimunurin við hesum kann vera, at fleiri fólk fara luttaka í tí kirkjuliga demokratinum.
Maria Húsgarð sigur, at politikararnir fylgja væl við arbeiðinum, hóast teir ikki anda løgfrøðingarnar í nakkan, sum hon tekur til. Hon ivast heldur ikki í, at veljararnir hjá politikarunum fylgja væl við hesum málinum, og er hetta eisini við til at gera hesa yvirtøkuna so sermerkta. Tí er tað fyrireikandi arbeiðið eisini týdningarmikið, tí hon væntar, at politikararnir fara at fylgja tí, sum breið semja er um.
Stutt eftir, at Heimastýrislógin kom í gildi í 1948, yvirtóku føroyingar næstan alt, sum æt mentan. Men kirkjan, ið var flokkað sum B-mál í somu lóg, varð ikki yvirtikin.