Fólkakirkjan skal altíð verða ein fólkakirkja

- Lógin um starvsfólkini í kirkjuni má geva heimild til, at kirkjan tær tey starvsfólk sum hon hevur brúk fyri, sigur Tummas Lauritsen, formaður í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir. Um vikuskiftið hevði felagið aðalfund sín í Leguhúsinum í Nesvík

Nesvík: - Nú vantar bara lógin um starvsfólk kirkjunnar, legði hann dent á í formansfrágreiðing síni. - Tað dagliga lógarverkið hjá kirkjuni má fylgja við tíðini, tí kirkjan má virka í síni samtíð.

Hetta verður, sambært Tummasi ein spennandi avbjóðing, tí henda lógin kann annaðhvørt forða ella geva møguleika til eitt ríkari kirkjulív.

- Tað er upp til okkum at ávirka, soleiðis at henda lógin kann geva heimild til, at kirkjan fær tey starvsfólk, sum ein nútíðar kirkja hevur brúk fyri.

- Men samstundis skulu vit ansa eftir, at okkara kirkja ikki gerst ein “funktioner-kirkja”, heldur enn ein fólkakirkja, sló Tummas Lauritsen fast.

Hann helt tí, at tað støðugt verður neyðugt at halda lógarverk og regluverk viðlíka, sum væntan og fyritreytir broytast.

Neyðugt verður tí við einum breiðum orðaskifti um lógirnar, sum longu eru galdandi.

- Á henda hátt kunnu so verandi lýti lúkast burtur, uttan at taka tann góða gróðurin við, segði formaðurin, og vísti her til tvørleikan við at fíggja framtíðar kirkjubygging í miðalstórum sóknum.


Framgongd

Hetta seinasta valskeiðið hevur verið merkt av fleiri frambrotum innan føroysku fólkakirkjuna.

- Ja, neyvan er tað hent áður, at so nógvar stórhendingar eru farnar fram, innan so stutt tíðarskeið í føroysku kirkjusøguni, vísti Tummas Lauritsen á.

Millum tey stóru málini er yvirtøkan av fólkakirkjuni, valið av nýggjum biskupi, kirkjuvígísla, setan av nýggjum prestum og ikki minst tað framhaldandi arbeiðið við lógarsmíði at fáa kirkjuna at virka í síni samtíð.

Tummas Lauritsen vísti á, at serliga nógv frambrot hendu í 2007. Í fyrsta lagi varð kirkjan yvirtikin á ólavsøku. Men hetta árið hendu eisini aðrar stórar broytingar innan kirkjuna:

Hetta sama árið fór eisini fram val av nýggjum biskupi, tá Jógvan Fríðriksson varð valdur fyri Hans Jacob Joensen. Og fyrr í ár varð somuleiðis settur nýggjur dómpróstur, tá Uni Næs tók við eftir Bjarna Bæk.

Ein annar varði í søguni hjá føroysku kirkjuni var tá hoyvíkingar fingu sína kirkju í november hetta árið.

Hinvegin hevur leingi verið bíðað eftir lógini, sum gav loyvi til at fleiri prestar kundu setast í føst størv. Fleiri sóknir hava nú fingið nýggjan prest, men enn eru størvini í Hvalvík, Fuglafirði og í Hvalba enn ikki sett.



Nýggj fólk í nevndina

Á aðalfundinum var eisini val av nevnd - seks kirkjuráðslimir og ein prestur.

Valið verður hildið á fyrsta aðalfundi eftir hvørt kirkjuráðsval og situr til fyrsta aðalfund eftir næsta kirkjuráðsval.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni leygardagin hevði við sær, at hesir kirkjuráðslimir vórðu vald í nevndina: Jórun Johannesen av Norðskála; Óluva Djurhuus úr Kollafirði; Tummas Lauritsen úr Miðvági; Hans J. Lamhauge úr Lamba; Dagbjørt Ó. Hansen úr Norðragøtu.

Av prestunum varð Theodor E.D. Olsen úr Kvívík valdur.

Sambært viðtøkunum fyri felagið skipar nevndin seg skjótast gjørligt eftir ársfundin.



Ungur kirkjuráðslimur

Í hesum døgum verður nógv tosað um javnstøðu. Hetta hendi ikki minst í sambandi við altjóða kvinnudagin fyri viku síðani.

Í einum yvirliti, ið bispaskrivstovan hevur gjørt sæst, at tá talan er um limir í kirkjuráðunum kring landið, eru flest menn í hesum ráðum - 55 %.

Her sæst, at samanlagt eru 371 limir í kirkjuráðunum. Av hesum eru 205 menn og 166 kvinnur.

Ein av kvinnunum í kirkjuráðunum er Durita Djurhuus av Selatrað, og man hon teljast millum yngstu kirkjuráðslimir í landinum.

Hon var eisini við á fundinum í Nesvík, og her fekk Sosialurin samrøðu við hana. Í einum seinni blaði fara vit at hava samrøðu við hana.