Matvørulógin skal koma at virka, børnini fáa frukt, mjólk og nýggja lærugrein um heilsu í skúlanum og øll skulu hava verulig tilboð, sum fyribyrgja sjúkum, ið standast av skeivum livihátti. Hetta er bert eitt sindur av tí, vit kunnu vænta okkum, nú Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, saman við fakfólki innan heilsu hevur sett orð á, hvussu farast skal fram næstu 10 árini fyri at tryggja okkum øllum betri heilsu.
Byrjað á null
Tað er lítið at ivast í, at landsstýrismaðurin er rættiliga spentur, nú fyrsta útkastið til Fólkaheilsuætlanina 2005-15 liggur á borðinum, tí sum hann sigur
- Hetta er úrslitið av einum arbeiði, sum mátti byrjað á punkt null, tí hetta er fyrstu ferð, føroyskir politikarar og mynduleikar í felag hava sett seg niður at orða ein yvirorðnaðan fólkaheilsupolitikk.
Meðan flestu heilsuátøk higartil mest sum bara hava verið eitt prik her og har, fevnir Fólkaheilsuætlanin um allar teir sonevndu vandatættirnir, royking, rúsdrekka/rúsevni, vantandi rørslu, skeivar matvanar og ferðslu. Fyri hvønn vandatátt skal greiða fáast á, hvussu støðan er nú, hvørjum málum vit vilja røkka og hvussu vit røkka teimum eftir eini neyvari ætlan fyri leiklutinum hjá politikarum, einstaklingum, stovnum og feløgum.
Vegurin fram
Undir felags yvirskriftini ?Vegurin fram? verður mett um, hvar tað fyribyrgjandi arbeiðið skal byrja, og hvør hevur ábyrgdina av at gera hvat.
Hans Pauli Strøm ásannar, at í summum førum verður neyðugt at endurskoða ella gera nýggja lóggávu sum lið í tí fyribyrgjandi arbeiðinum. Hann nevnir eitt nú matvørulógina, sum sambært landsstýrismanninum ongantíð hevur verið annað enn ein rammulóg við nøkrum kunngerðum. Í hesum føri kunnu vit staðfesta, at lóggávan og harvið politiski mynduleikin hevur slept brúkarnum uppá fjall og tískil hevur ábyrgdina av, at gera tær lógarbroytingar, sum skulu til fyri at tryggja tí framhaldandi fyribyrgjandi arbeiðinum.
Fyri allar vandatættir gongur vegurin fram gjøgnum upplýsing, tilráðing og verulig tilboð um fyribyrging av liviháttasjúkum. Her liggur stóri parturin av ábyrgdini hjá tí einstaka, sum má vera til reiðar at fylgja tilráðingunum og brúka tey tilboð, hann fær.
Føroysk ætlan
Hóast londini rundanum okkum leingi hava havt ein heilsupolitikk, fer føroyska Fólkaheilsuætlanin ikki at dúva uppá royndir, sum eru gjørdar aðrastaðni. Støðið verður tikið í føroyskum viðuskiftum, og út frá tí skulu vit gera okkara egnu heilsukanningar og leggja ætlanir, sum hóska til føroysk viðuskifti. Skulu broytingar gerast, verður tað út frá egnum royndum og kanningum av teimum úrslitum, sum vísa seg, sum frá líður.
Higartil hevur arbeiðið við Fólkaheilsuætlanini 2005-15 verið gjørt í almanna- og heilsumálaráðnum, men í næstum verður farið undir at fáa hini ráðini við, so endaliga uppskotið kann leggjast fyri tingið seinni í vetur ella í vár.
Við í arbeiðsbólkinum aftanfyri Fólkaheilsuætlanina hava verið umboð fyri deildina fyri arbeiðs- og umhvørvisheilsu, kommunulæknafelagið, fyribyrgingarráðið, heilsufrøðisskipanina, landslæknin umframt landstýrismannin í almanna- og heilsumálum.