Fólkaheilsa og bróstageving

Lurtaði við áhuga eftir landsstyrismanninum við almanna- og heilsumálum, tá hann greiddi frá um fólkaheilsu. Tað er av alstórum týðningi at ljós verður varpað á hetta økið og onki er at ivast í at nógv er, sum kann gerast fyri at betra um fólkaheilsuna bæði av tí einstaka og av heilsuverkinum, men eisini politikkarar mugu gera sín part fyri at betra um fólkaheilsuna.

Leiðarin í Dimmalætting 21. april leggur upp til at byrjast má í skúlanum og kanska er tað eitt gott hugskot, men eg vil meina, at vit eiga at byrja nógv fyrr enn tað. Longu áðrenn børnini eru fødd eiga vit at laga tað soleiðis at tey fáa bestu møguligu umstøður fyri at fáa eitt heilsugott lív.

Bróstamjólk
Øll vita vit, at bróstamjólk hevur stóran týdning fyri trivnað og heilsu hjá barninum, men hvussu stóran týdning bróstageving hevur fyri tann einstaka og fyri samfelagið, eru tað nokk tey fægstu sum geva sær far um
.
Kanningar vísa, at børn, sum bert fáa bróstamjólk hava sjáldnari infektiónir í andaleiðini, millumoyrnabruna og magainfektiónir, herundir diarre, enn børn, sum ikki fáa bróstamjólk.
Sjónmenningin hjá bróstabørnum er betri enn hjá børnum, sum ikki fáa bróst, og fleiri kanningar hava víst at bróstabørn klára seg betur í intelligensroyndum og motorikkroyndum enn børn, sum ikki fáa bróstamjólk.
Bróstageving hevur harafturat eisini ávirkan á framtíðar heilsustøðu hjá bæði móðir og barni.

Bróstamjólkin minkar um vandan hjá barninum at fáa fleiri kroniskar sjúkir seinri í lívinum. Her verður hugsað um allergi, yvirvekt, insulinkrevjandi sukursjúku, ov høgt blóðtrýst, cøliaki og ymisk sløg av krabbameini. Sum dømi kann nevnast, at børn sum ikki fáa bróstamjólk, eru í 1,5 til 2 ferðir so stórum vanda fyri at fáa insulinkrevjandi sukursjúku seinri í lívinum í mun til bróstabørn.
Harafturat eru ábendingar um, at bróstamjólkin møguliga kann verja móti hjarta- og æðrasjúkum seinri í lívinum.

Fyri kvinnuna hevur bróstagevingin eisini heilsugóðan týdning. Bróstageving verjir kvinnur móti bróstkrabba. Fleiri stórar kanningar hava víst, at jú longur kvinnan gevur bróst tess minni er hon í vanda fyri at fáa bróstkrabba. Vandin fyri bróstkrabba fellur 4,3 % fyri hvørjar 12 mðr. ein kvinna gevur bróst. Mett verður eisini, at bróstageving minkar um vandan fyri at fáa krabba í eggrøturnar og lívmóðrina.

Tilmæli
Heilsustýrið er, fyri at full nytta kann fáast burturúr bróstageving, komin við fylgjandi tilmæli:
Við okkara núverandi vitan verður mælt til at børn bert fáa bróstamjólk teir fyrstu 6 mðr. og síðani partvís fáa bróst til 12 mðr. ella longri. Eftir 12 mðr. kann bróstagevingin halda fram so leingi móðir ella barn ynskja tað.

Tað er tí sera umráðandi, at familjan, longu meðan kvinnan gongur við barninum, verður kunnug við bróstageving. Tá barnið er føtt mugu karmarnir vera so góðir sum til ber, bæði í primera og sekundera heilsuverkinum, so møguleikin fyri, at bróstagevingin skal hepnast so væl sum gjørligt, er tilstaðar.

Heilsustarvsfólk, sum varða av økinum, gera eitt stórt arbeiði fyri at menna og stimbra undir bróstageving, men sjálvsagt kunnu vit altíð gerast betri.

Barnsburðarfarloyvið
Vit fáa tó ikki broytt ta sannroynd at barnsburðarfarloyvið hjá kvinnum í Føroyum bert er 24 vikur eftir barnsburð. Hetta er, sum kunnugt, minni enn hálvt ár. Allar kvinnur, sum hava havt barn á brósti og skulu út aftur á arbeiðsmarknaðin, vita, at ein tíð fer til at venja barnið við annan mat enn bróstið, fyri at barnið ikki skal verða svangt meðan mamman er til arbeiðis.

Tað, at barnsburðarfarloyvið er so stutt í Føroyum í mun til lond vit samanbera okkum við, kann beinleiðis vera orsøk til at føroysk børn ikki fáa bróst so leingi, sum heilsustýrið mælir til, og harvið ikki fáa teir fyrimunir, sum bróstagevingin gevur bæði fyri barnið sjálvt, fyri mammuna og fyri samfelagið. Tað eru óivað fleiri aðrir fyrimunir fyri móðir og barn og samfelagið annars, um barnið ikki skal í ansing so tíðliga men lat tað fara her.

Skal Føroyar verða heimsinis besta land at liva í í 2015 so kunnu politikkararnir hóskandi byrja við at leingja barnsburðarfarloyvið til í minsta lagi 1 ár, so føroyskar kvinnur hava ein veruligan møguleika at fylgja tilmælinum hjá heilsustýrinum.

Kelda: Sundhedsstyrelsen
Håndbog i vellykket amning