Fólkafundur á Gróthústanga

Ístaðin fyri at sita inni í góðveðrinum leygardagin valdu fyrireikararnir av summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum at flyta ein part av stevnuni út í náttúrna

Tá fólk skuldi fara til fundar í skúlanum í Miðvági leygardagin var hugurin til tað minni enn lítil.

Orsøkin var ikki, at evni ikki var áhugavert, men harafturímóti, at føroyska náttúran vísti seg í vakrasta blóma. Veðrið var so gott leygardagin, sum tað sjáldan er, og tí avgjørdu fyrireikararnir av summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum at flyta ein part av tiltakinum út út hagar, sum sólin skein.

Klokkan 17 leygardagin varð skipað fyri fólkafundi á Gróthústanga, sum liggur við vatni, beint við vegin millum Miðvág og Sørvág.

Tað er á hesum stað at tey gomlu gróthúsini við vatni standa.

Fitt av fólki var samankomið á Gróthústanga at lýða á meðan Jóannes Eidesgaard, floksformaður, Ragnhild Olsen, Bergur Dam og Hans Jørgensen, stevnufyrireikari, fluttu fram røður sínar.

Millum hvørja røðu spældi og sang Sámal Ravnsfjall, og tað gekk alt upp á stás.


Verður aftur næsta ár

Sum nevnt aðrastaðni er hetta triðja summarstevna Javnaðarfloksins á rað, og tað er nú púra greitt, at hon er komin fyri at vera.

Hvar stevnan verður næsta ár er ikki greitt í verandi løtu, men greitt er í øllum førum, at hon verður.

Tó er tað eingin, sum vil lova, at veðrið næstu summarstevnu verður eins gott og tað var hesaferð.

Men ein hevur altíð loyvi at vóna ...