Fólkafundur í Fugloy

Leygardagin 17. juli verður skipað fyri fólkafundi úti í Fugloynni, har spennandi kjak verður um famtíðina hjá útoyggjum

Fleiri av okkara landspolitikarum vera við á fundinum, sum verður í Fugloynni 17. juli, har eisini verður hugnakvøld við mati og dansi.

Tá ið skipað var fyri fólkafundi úti á Kirkju fyri nøkrum árum síðani, var hetta so mikið væl eydnað, at semja var um at taka tiltakið uppaftur. Nú verður so aftur roynt at skipa fyri fólkafundi í broyttum líki, siga fyrireikararnir.

Hesaferð verður politikkur á dagsskránni, og er ætlanin at skifta orð um spurningin, hvat vit vilja við ytsta útjaðaranum í Føroyum.

Bakgrundin fyri hesum spurninginum er nakað døpur, tí nú henda øldin er um at renna út, búgva einans um 20 fólk eftir í Fugloynni, um 10 í Hattarvík og um 10 á Kirkju. Støðan er ikki nógv frægari á hinum plássunum, sum teljast millum ytsta útjaðaran í føroyska samfelagnum. Tað er sjálvsagt, at heldur afturgongdin fram, so eru fleiri av hesum bygdum fólkatómar um heilt fá ár.

Væl kann tað vera, at eingin loysn er, og at vit mugu ásanna, at tað, sum ikki kann standa, má falla. men í løtuni er trupulleikin heldur tann, at støðan hjá útoyggjunum als ikki er partur av politiska kjakinum. Tíðin má tí vera komin, har vit fáa í lag eitt orðaskifti um, hvønn leiklut útoyggjarnar hava í einum framtíðar Føroyum. Kundi verið, at møguleikarnir stungu seg upp, um kjakið fekst í gongd, siga fyrireikararnir úr Hattarvík.

Teir halda tað eisini vera gleðiligtr, at fleiri av okkara fremstu politikarum taka spurningin í álvara og hava játtað at luttaka á fólkafundinum.

Á fundinum vera Helena Dam á Neystabø, Høgni Hoydal, Anfinn Kallsberg og Jógvan við Keldu játtað at taka lut. Umboð verða eisini fyri Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Sum ein teirra, ið er fødd og uppvaksin í oynni, fer Jenny Lydersen at siga okkurt um, hvørjir møguleikar kunu verið fyri at fáa eina mennig í gongd í Fugloynni.

? Men dagurin er sjálvandi ikki bert politiskt álvara. Skipað verður fyri framsýning og dansi, og matur verður at fáa.

»Másin« siglir eykatúrar, soleiðis at tað slepsta út og heim aftur sama dag.

Fyrireikararnir siga, at teir vóna, at nogv fólk leita sær til Fugloyar hendan dagin.