Veljarakanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevur eina undirtøku upp á 20,5% millum veljararnar. Hetta er næstan akkurát sama úrslit, Fólkaflokkurin hevði í januar í 2004, tá undirtøkan var 20,6%. VIð øðrum orðum ein afturgongd uppá 0,1%, og hevur tað onga broyting á tingmannatal floksins.
Fleiri av undanfarnu veljarakanningum hava ikki verið mildar móti Fólkaflokkinum, so tí var tað ein væl nøgdur Óli Breckmann, vit fingu orðið á, til eina feska viðmerking til júst kunngjørdu veljarakanningina:
- Hetta var ein frálík kanning fyri Fólkaflokkin og samgonguna. har flokkurin og samgongan varðveitir tingmannatalið. Vit plaga ikki at standa okkum nakað serliga væl í kanningum, so hetta má vera ein ábending um, at tann politikkurin vit føra í løtuni, er á góðari leið, heldur Óli Breckmann.
Málið við Dagmar Joensen og landsstýrismannin í Vinnumálum, Bjarna Djurholm, hevur fylt nógv í fjølmiðlunum seinastu tíðina. Bjarni Djurholm er fólkafloksmaður, men kanningin varð gjørd, áðrenn málið við honum sum høvuðspersóni av álvara tók fer á. Heldur Óli Breckmann, at úrslitið hevði verið øðrvísi, um kanningin varð gjørd í dag?
- Nei tað hevði tað ikki. Fólkafloksveljarar eru fantastiska støðugir og velja við heilanum, so tað hevði ikki broytt nógv. Eg haldi annars kanningin vísir, at førdi búskapar- og skattapolitikkurin, sum hóast útsving, hevur tað gott, fær undirtøku millum veljararnar. Eisini hóvligi sjálvstýrispolitikkurin hevur undirtøku millum fólkið, staðfestir Óli Breckmann, sum vísir á, at tann ónøgdin við samgonguna sum er, kemur Tjóðveldisflokkinum til góðar, men at tað tó ikki hevur ávirkan á tingmannabýtið.
- Tjóðveldisflokkurin er fult mobiliseraður sum er. Javnaðarflokkurin tykist harafturímóti eitt sindur slitin sambært veljarakanningini, sigur Óli Breckmann, sum samstundis vísir á, at tað var tað sama galdandi fyri teir, tá teir sótu sum løgmansflokkur.