Fólkaflokslistin í Eysturoy liðugur

Eysturoyar Fólkafloksfelag er liðugt við uppstillingina. Fleiri nýggj valevni eru á listanum, og tveir av teimum fremstu frá seinastu valunum, Olaf Olsen og Kjartan I. Joensen, eru ikki á listanum.

Á seinasta løgitngsvalið varð Jógvan á Lakjuni valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoy. Valið frammanundan varð Kjartan I. Joesen valdur. Frá 1980 til 1994 umboðaði Olaf Olsen flokkin í Eysturoy. Í sjeytiárunum sótu fyrst Jógvan Sundstein og síðan Edmund í Garði, sáli, á tingi fyri Fólkaflokkin í Eysturoy, eftir at Poul Petersen hevði umboðað flokkin í oynni í ein mansaldur.
Listin hjá Fólkaflokkinum í Eysturoyr sær soleiðis út:

Rógvi Borðoy, sjómaður, Norðskála
Jón Eliasen, stjóri, Leirvík
Tummas í Garði, lækni, Strendur
Deirdre Hansen, lærari, Glyvrar
Hanna Jensen, lesandi, Gøta
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, Fuglafjørður
Ragnar Olsen, bankamaður, Søldafjørður
Karl Vang, húsasmiður, Toftir