Fólkaflokslátrið tømist og brimlarnir brøla

Mær kemur fyri, at seinasta útspæl frá landsstýrinum í samráðingunum við danir, hevur sera nógv at gera við filosofiina hjá Zakarias Wang, at Føroyar eru ikki í danska ríkinum. Eg hugsi hetta er í høvuðsheitinum tað, sum sakarmálið í Haag hjá Zakarias Wang snýr seg um.

 

Ólavur í Beiti

rithøvundur


Føroyar fara til samráðingar á jøvnum støði við Danmark, sum tveir suverænir statir, tí Føroyar eru ikki í danska ríkinum. Sambært Bergen sáttmálanum hjá Zakariasi Wang, hugsi eg tað er.

Og tað er einki at siga um, at hetta er samráðingaruppleggið hjá landsstýrinum, tá ið júst Zakarias Wang og Kjartan Hoydal eru meinings smiðirnir hjá fullveldisbarninum í hesum landsstýrinum, nevniliga Høgna Hoydal, sjálvstýrismálaráðharra. Eg trúgvi, tað er sera torført at sannføra fleirtalið í

Fólkaflokkinum um, at talan er um at fáa Føroyum fullveldi, tí sum frálíður er sera greitt komið fram, at talan er heldur um misnøgd og maktsjúku enn um at fáa føroyingum frælsi og ábyrgd.

Hetta er sjálv muran í samráðingunum nú, tí verða snildir og kenslur brúktar í samráðingunum, sum júst er speciali hjá Óla Breckmann.

Henda ambivalenta støðan, at tú fyrst sigur um seinasta val, at tað var ein tjóðveldis psykosa, og so nakað eftir sjálvur gerst bergtikin av hesi somu psykosu, tí har eru atkvøður at fáa, heldur enn úrslit! Formaðurin í Fólkaflokkinum hugsar ikki um annað enn atkvøður, og snildir og kenslur eru jú fremsta miðil til tess, ikki sannheit?!

Hugsa bert eina lítla løtu um seinasta útspæl hjá Fólkaflokkinum við uppskotinum um skattalætta, so skilja øll á hvørjum støði Fólkaflokkurin arbeiðir nú. Og ikki tí at hetta ikki hevði verið eitt munagott uppskot, men ætlanin við uppskotinum var eingin onnur enn at framelva eina psykosu millum atkvøðurnar hjá Fólkaflokkinum. Eina »sunnheits-psykosu« kundu vit kanska nevnt hana!

Fólkaflokkurin hevur nú tey seinastu árini tillaga seg til bæði eitt skifti í identiteti og eisini innihaldi og muru. Ongantíð áður í søguni hevur muran í flokkinum verið, sum hon er í dag, og eg gevi tveimum grundum skyldina fyri tí:

Onnur er fullveldisætlanin og hin at flokkurin hevur fingið Óla Breckmann til formann!

Tað kunnu ikki vera meiri syndarligar støður at koma í hjá einum annars skilagóðum flokki, at veljarin kemur í tvístøðu! Hetta er júst tað sum er hent seinastu árini, at flokkurin hevur mist sín identitet og hevur fingið nýggja muru!

Trupulleikin hjá Fólkaflokkinum er tí nú, at hann hevur brent seg so dyggiliga, at hann er fullkomiliga støðgaður upp og bara brimlarnir í flokkinum hoyrast, meðan látrið bara tømist og tømist!

Einasti útvegur er tí at bjarga tí ið fæst bjargast, áðrenn ov seint er!

Fólkaflokkurin hevur havt stórt álit á løgmanni, og eg havi einki annað hoyrt bæði frá høgum og lágum í flokkinum bæði privat og alment at »Anfinn Kallsberg kemur heim við eini góðari avtalu!« Og so er komið aftrat: »Tað skal eg siga tær!«

Men Anfinn Kallsberg kemur ongantíð heim við nakrari góðari avtalu, tá ið hann ikki fyri tað fyrsta hevur flokkin aftan fyri seg, og tá ið hann í øðrum lagi hevur vent sær frá Fólkaflokkinum og móti Zakariasi Wang og Kjartani Hoydal!

Hetta stendur so púra rimmar fast!