Fólkaflokkurin vildi ikki svara spurningum um umhvørvið og náttúruna

- Tað er nógv fyri, um summi nokta at taka lut, tí tey føla, at spurningarnir eru ov bindandi ella leiðandi. Til løgtingsvalið hava vit veljarar bara eina atkvøðu, sum vit hanga uppá næstu fýra árini, sigur Sjúrður Hammer frá Fuglafrøðifelag Føroya

Ætlanin hjá teimum Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Ringrás og Fuglafrøðifelag Føroya var at fáa so nógv valevni sum gjørligt at svara spurningunum um umhvørvið og náttúruna, sum tey sendu øllum valevnunum síðst í juli.

Men bara 43 prosent av øllum valevnunum, sum fingu spurningarnar, hava svarað.

Teir stóru flokkarnir hava allir lutfalsliga høga luttøku, tó við undantaki frá Fólkaflokkinum, har einans eitt valevni út av teimum 28 valevunum valdi at svara. Tað vóru heldur ikki nógv, ið høvdu svarað hjá teimum báðu nýggju flokkunum - tvey valevni hjá Framtakinum svaraðu, meðan eingin hjá Føroyaflokkinum svaraði.

- Eitt vónbrot frá Fólkaflokkinum

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Ringrás og Fuglafrøðifelag Føroya harmast um, at næstan eingin frá Fólkaflokkinum tók lut í hugburðskanningini. 

- At øll valevnini hjá Fólkaflokkinum uttan eitt halda, at hesir spurningarnir ikki hava týdning, er eitt lítið vónbrot og undir alt lágmark. Vit hava lagt nógva tíð og orku í hesa kanningina, tí vit meta, hon hevur týdning, men tað týðir uppá, at Fólkaflokkurin ella tey einstøku valevnini ikki hava eina greiða støðu til umhvørvið og náttúru, sigur Sjúrður Hammer frá Fuglafrøðifelag Føroya.

- Tað er ein rættiliga kyniskur og ótíðarhóskandi politikkur, sum ikki tekur støðu til globalu veðurlagskreppuna og lokalu náttúruoyðingina - missin av lívfrøðiligum margfeldi, sigur hann.

Hendan myndin vísir luttøkuna av valevnunum deilt uppá flokkar:

##med2##

##med3##

Veljararnir skulu bara seta ein kross

Tað kann hugsast, at summi valevni ikki hava viljað svarað spurnarkanningini, tí tey meina, at spurningarnir vóru ov leiðandi, ella at tað ikki ber til at svara teimum við at seta ein kross millum 1 og 5. Men hetta halda felagsskapirnir ikki vera eina nóg góða grundgeving fyri ikki at taka lut.

- Vit eru fyri so vítt greið yvir, at spurningarnir eru leiðani, tí vit í feløgunum eru øll samd um okkara svar til hesar spurningarnar. Tað kann sjálvandi vera trupult at svara ja ella nei uppá onkran spurning, tí ávísi spurningurin er meira nuanseraður enn so. Men fyri at kunna brúka svarini hagfrøðiliga noyðast vit at hava eina skipaða spurnartilgongd, sum ger tað gjørligt hjá okkum at arbeiða víðari við, sigur Sjúrður Hammer.

Hann heldur ikki, at tað eigur at vera so ringt at svara hesum spurningunum.

- Tað er nógv fyri, um summi nokta at taka lut, tí tey føla, at spurningarnir eru ov bindandi ella leiðandi. Tá løgtingsval verður 31. august, skulu vit seta ein kross. Vit sleppa ikki at grundgeva nærri, men hava bara eina atkvøðu, sum vit hanga uppá næstu fýra árini. Hesi valevnini hava fingið ein fleksibilitet at svara frá 1-5, sum eg meti vera rímiligt, sigur Sjúrður Hammer.