Fólkaflokkurin vil hava løgmann at svara mánadagin

Brævið, sum Jørgen Niclasen, floksformaður, hevur sent Kaj Leo Johannesen, løgmanni, sum samgonguflokkurin vil hava løgmann at svara upp á í seinasta lagið nú mánadagin Tað rekur hart á politiska kíkin í sambandi við ársaðalfundin og nevndarvalið í Atlantsflog.

Tað sæst eitt nú í brævinum, sum Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, í gjár sendi Kaj Leo Johannesen, løgmanni:

Vísandi til ætlanirnar og útsagnirnar hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni, viðvíkjandi Atlantsflogi, hevur Fólkaflokkurin hesar viðmerkingar:

Undir seinastu ABC-samgongu varð ein triðingur av Atlantsflogi seldur áhugaðum íleggjarum, burturi sum heima, 1370 í tali.

Landsstýrið fekk fullan stuðul í Løgtinginum fyri søluni. Harafturat tók Løgtingið undir við, at einskiljingin skuldi halda fram við einum triðingi afturat soleiðis, at privatir íleggjarar sum frá leið skuldu eiga tveir triðingar og landsstýrið restina.

Í seinna søluumfarinum skuldi landið treyta sær, at Atlantsflog skuldi hava høvuðssæti í Føroyum umframt, at felagið annars hevði flogvøllin í Vágum sum meginstað fyri fráferðum úr og til Føroyar.

Einskiljingartilgongdin fylgdi øllum viðtiknum mannagongdum, og annars var gjøgnumskygni aðaltátturin í samlaðu viðgerðini í landsstýrinum og eisini í Løgtinginum. Úrslitið var eisini samsvarandi. Undirtøkan í Løgtinginum var søgulig.

Undir viðgerðini av prospektinum kom tó undan kavi, at flestu íleggjararnir ivaðust í háttinum, at sølan av tveimum triðingum av Atlantsflogi varð lutað í tveir partar.

Tí vóru afturmeldingarnar frá fyrireikarunum av søluni, at landsstýrið átti at veita møguligum íleggjarum trygd fyri, at landið ikki politiskt fór at taka ræði á felagnum, tá fyrsti triðingurin var seldur.

Hetta vildi landsstýrið sjálvsagt eisini vátta, og gav landsstýrismaðurin íleggjarum sokallað íleggjaragaranti. Hetta var fráboðað tann dagin, tá felagið varð listað í keypsskálanum 10. desember 2007, har ?armslongd garantiin? var fráboðað, sum merkir, at trygd varð veitt fyri, at landsstýrið sum meirlutaeigari til eina og hvørja tíð vil respektera, at felagið verður rikið kommersielt burturav, og at skrásetingin av Atlantsflogi var at meta sum at felagið fór burtur frá politiskari íblandan.

Hesi boð vóru eisini avgerandi fyri, at fyrsti 1/3?urin kundi seljast fyri optimalan prís, sum landsstýrið hevði sjálvsagdan áhuga í.

Fyri íleggjararnar merkti tað, at landsstýrið, sum meirlutaeigari, uppførdi seg professionelt og veitti trygd fyri, at privatu íleggjararnir fingu vissu fyri, at teirra ávirkan var í samsvari við teirra innskot.

Samanumtikið var her talan um avgerandi álitisspurning, sum landið undir ongum umstøðum eigur at víkja frá, serstakliga um ætlanin er at troyta møguleikarnar fyri at profilera Føroyar sum áhugavert íleggjaraland.

Síðani Atlantsflog lutvíst var einskilt og var skrásett í keypsskálunum, hava tíverri verið fleiri útmeldingar frá høvuðspartaeigaranum, sum ikki hava styrkt um álitið á felagið og slettis ikki á politisku skipanina.

Seinasta heyst boðaði landsstýrismaðurin í vinnumálum frá í miðlunum, at landið ætlaði at keypa partin hjá privatu íleggjarunum aftur. Hetta var gjørt uttan nakra politiska viðgerð frammanundan, umframt at slíkar fráboðanir undir ongum umstøðum mugu latast, uttan at keypsskálarnir fyrst eru kunnaðir.

Sum framhald av nevndu fráboðan hevur landsstýrismaðurin eisini sátt iva um framtíðina við søluni av næsta triðinginum. Hetta er eisini í andsøgn við prospekt og fráboðanirnar frá løgtingi og landsstýri.

Eisini hevur landsstýrismaðurin boðað privatu íleggjarunum frá, at Atlantsflog fór at enda á hansara borði, og at felagið ósvitaliga fór at hava brúk fyri almennum innskoti. Hetta hevur landsstýrismaðurin boðað frá uttan nakra orsøk, men hevur hann ístaðin sent boð, sum kunnu vera til óbótaligan skaða fyri eitt børsskrásett felag.

Landsstýrismaðurin hevur eisini boðað frá nýggjari og størri nevndarsamanseting, har niðurstøðan er greið: Hann vil hava politiskt kontroll á felagnum. Hetta er álitisbrot og í greiðari andsøgn við fráboðanina frá 10. desember 2007.

Fyri børsskrásett feløg hevur tað avgerandi týdning, at meirlutaeigarin ikki sendir signal út, sum forvirra marknaðin.

Signalvirðini hava ómetaliga stóran týdning, tí børsirnir eru sera hvoknir. Landsstýrið má tí undir øllum umstøðum ikki geva fatan av, at arbeitt verður við fjaldum motivum.

Atlantsflog er eitt av fáu flogfeløgunum, sum yvirhøvur hevur yvirskot í 2008. Tí má og skal landsstýrið signalera samsvarandi stabilitet.

Í hesum ótryggu fíggjarligu tíðum, er tað avgerandi fyri stjórnir, íleggjarar og fyritøkur runt allan heimin at tryggja stabilitet og positivitet fyri børsskrásettar fyritøkur.

Við útmeldingunum frá landsstýrismanninum og um ætlanir hansara verða settar í verk, so kunnu allir 1370 íleggjararnir av røttum kenna seg snýttar. Serstakliga tá landsstýrismaðurin út í tóman heim hevur boðað frá, at Atlantsflog er ávegis húsagangi og at felagið annars skal undir politiskt kontroll, kann hugsast, at tað verður ógjørligt at selja partabrøvini í felagnum.

Sostatt kann landsstýrið vera orsøk til, at íleggjararnir, størri sum smærri, kunnu fara at sita við óumsetiligum virðisbrøvum, sum í roynd og veru eru virðisleys.

Tað verður einki minni enn ein skandala, har allir íleggjararnir av røttum kunnu kenna seg lokkaðar at seta út við 100 mio kr í Atlantsflog, har endamálið eittans var at veita landskassanum gratis likviditet, uttan at landsstýrið veitir teimum játtaðu trygdina fyri ávirkan í Atlantsflog, sum er í samsvari við teirra innskot.

Tað er Fólkafloksins fatan, at Atlantsflog framhaldandi sleppur at virka uttan politiskt kontroll, men at landsstýrismaðurin velur nevndarlimir í samsvari við tær ásetingar og játtanir, sum givnar eru frammanundan.

Eingin kann ivast í, at allir nevndarlimirnir bert hava sum endamál at reka Atlantsflog á tryggasta og besta hátt. Við ætlanum um at fáa fult ræði á felagnum, fær landsstýrið ein álvarsaman trúvirðistrupulleika, sum eisini kann skaða Atlantsflog.

Álvarsamt er eisini, at ætlanir landsstýrismannsins skaða umdømi Føroya sum íløguland ? í einum heimi har øll lond rópa eftir fremmandum kapitali. Stabilitetur, og tað, at politiski myndugleikin heldur seg burtur frá vinnuligari íblandan, eru aðalmál fyri íløguáhuga í einum landi.

Tí fer Fólkaflokkurin at heita á løgmann at skipa so fyri, at viðurskiftini vera óbroytt, sum landstýrið gav lyfti um í fjør. Tvs. at nýggja nevndin í Atlantsflogi verður vald soleiðis, at landsstýrismaðurin við 2/3 av partapeninginum velur tveir, og at privatu íleggjararnir við 1/3 av partapeninginum velja ein lim, og at privatu íleggjararnir sjálvir gera av, hvør er teirra umboð.

Fólkaflokkurin góðtekur ikki ta viðferð, sum Atlantsflog og privatu íleggjararnir hava fingið frá landsstýrismanninum farnu vikurnar. Tí er hetta skriv ein staðilig áheitan á løgmann um at fáa málið um Atlantsflog aftur á beint.

Vit vænta, at løgmaður, í sambandi við nevndarvalið í Atlantsflogi, loysir málið í samsvari við tey lyfti, sum landsstýrið gav íleggjarunum í sambandi við einskiljingina av felagnum, og at Fólkaflokkurin mánadagin 23. mars frættir aftur frá løgmanni, so vit kunnu koma víðari at loysa tey stórmál, sum landsstýrið/samgongan hava stungið út í kortið.