Marjus Dam, løgtingslimur
------
Er tað ikki at tosa “við kloyvdari tungu”, tá ið ein í sama andardrátti bæði ætlar at minka og at økja um almenna geiran?
Tað rann mær í huga, tá ið formaður Fólkafloksins í tíðindunum í Kringvarpinum nevndi, at Føroyar vóru á fíggjarligari vandakós orsakað av einum ov stórum og alsamt vaksandi almennum virksemi og halli á fíggjarlógini. Í næsta innslagi í tíðindunum nevndi Annika Olsen, landsstýriskvinna í lógarmálum, at nú skuldu útlendingamál yvirtakast. Kostnaðurin kom at verða umleið 10 milliónir krónur árliga.
Veksur Fólkaflokkurin ikki um almenna geiran við hesi yvirtøku?
Er ikki neyðugt at taka 10 milliónir krónur árliga í láni fyri at yvirtaka hetta økið? Og skal hetta lán ikki gjaldast aftur við rentum? 10 ár merkja sostatt ein vøkstur upp á 100 milliónir krónur í láni fyri hesa einu yvirtøkuna. Harafturat koma rentur, ið sami Fólkaflokkur er serliga bangin fyri.
Tað skal nevnast, at útlendingamál í dag verða umsitin av statinum, uttan útreiðslur fyri landskassan.
Er nú rætt at yvirtaka og gjalda við lántøku?
Tað er at tosa “við kloyvdara tungu”, tá ið tú ætlar at minka almenna geiran, samstundis sum tú í verki økir um hann?