Fyrrapartin legði fólkaflokkurin fram valskrá sína til fólkatingsvalið í næstu viku. - Vit vænta okkum eitt gott val - og annað fólkatingsumboðið, sigur Jørgen Niclasen, floksformaður.
Tað er ikki uttan orsøk, at floksformaðurin er so bjartskygdur.
Á valevnislistanum eru 14 fólk - av hesum eru sjey teirra roynd í politikki, meðan hini sjey nú fáa ein møguleika at royna seg í politiskum valstríði og arbeiði.
Eitt annað sermerkt við listanum er tann endurnýggjanin sum løgd er fyri dagin. Við hesum sjey nýggju valevnunum, er listin mannaður við rættiliga ungum fólkum.
- Ja, vit eru tann flokkurin sum til hetta fólkatingsvalið helst hevur lægsta miðalaldurin, vísir Jørgen Niclasen á. Elstur millum valevnini er Jógvan á Lakjuni sum er 58 ára gamal.
Í valstríðnum fer fólkaflokkurin eisini at markera seg við einum nýggjum grønum og koksgráum búmerki - einum stórum A, sum, eins og myndin vísir, er sett inn í eitt Føroya-kort.
Flokkurin hevur ikki havt umboð á fólkatingi seinastu fýra árini. Men við einum góðum blandi av royndum og endurnýggjan er vónirnar góðar hesaferð.