Fólkaflokkurin stuðlar Fogh og Bush

Leiðandi stjórnarflokkurin í Føroyum, Fólkaflokkurin, hevur sent danska forsætisráðharranum skriv, har hann gevur til kennar, at hann stuðlar Danmark og USA í hørðu kósini móti Irak

KRÍGSHÓTTAN

Í Danmark eru mótmælini farin at runga, nú Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharri hevur sent amerikanska forsetanum skriv, har hann sigur stjórnina stuðla hansara avgjørda politikki ímóti Irak og Saddam Hussain. Ein politikkur, sum kann føra til, at USA loypir á Irak.
Í Føroyum var mótmælisgonga um vikuskiftið, har funnist var at danska politikkinum og einum amerikanskum álopi á Irak. Men tað eru eisini røddir í Føroyum, sum stuðla Anders Fogh Rasmussen.
Óli Breckmann, formaður í tingbólki Fólkafloksins, hevur vegna tingmanning og landsstýrismenn hjá Fólkaflokkinum, tað vil siga eisini Føroya løgmann, sent eitt stuðulsskriv til danska forsætirsráðharran.
Í skrivinum til forsætisráðharran, ið er dagfest 3. februar 2003, sigur Óli Breckmann soleiðis:
»Folkeflokken ønsker hermed at tilstede den støtte, som De på vegne af Danmarks regering sammen med andre europæiske statsledere har givet Præsident Bush og den amerikanske regering i dens faste og ansvarlige holdning over for den trussel, Saddam Hussain og hans regime udgør imod fred, demokrati, trosfrihed og menneskeværd«.