Fólkaflokkurin slítur ikki samgonguna

Tað er greitt, at Fólkaflokkurin ikki ætlar sær at slíta samgonguna. Eftir øllum at døma er tó ikki full semja um, hvør skal loysa Jacob Vestergaard av Fyrrapartin fekk Jacob Vestergaard sekkin sum landsstýrismaður fyri handfaringina av starvssetanarmálinum av nýggjum skiparum á Smyrli.

Eftir øllum at døma hevur Fólkaflokkurin góðtikið avgerðina hjá løgmanni um at koyra landsstýrismannin.

Jørgen Niclasen kom við hesi meldingini til Rás 2 í eykatíðindasending klokkan 18.

- Vit eru í tí løgnu støðu at hava eina løgfyrisiting í Tinganesi og eina løgfyrisiting í Innlendismálaráðnum. Hesin trupulleikin má loysast, segði Jørgen Niclasen við Rás 2.

Enn er ongin avgerð tikin um, hvør skal avloysa Vestergaard. Trý nøvn verða nevnd: Tey eru Jákup Mikkelsen, Annika Olsen og Heðin Zachariasen. Sambært Norðlýsinum er síðstnevndi favorittur.