Fólkaflokkurin setti meg uttan fyri ávirkan

Í Sosialinum hósdagin fær Anfinn Kallsberg tað at ljóða sum, at eg nú komi sum ketta burtur úr høvdatrogi. Men tað vil eg ikki hava sitandi á mær. Tí henda viðmerking.

Anfinn Kallsberg heldur tað vera løgið, at eg ikki fyrr eri komin í tankar um, at eg eri ónøgd við viðtøkurnar hjá Fólkaflokkinum. Men hann mann hava gloymt, at Norðoya Fólkafloksfelag, fyri fleiri árum síðani, setti meg uttanfyri ávirkan, tá eg ikki longur slapp at halda fram í landsstjórnini hjá flokkinum. Grundgevingin var, at eg ikki longur búði í økinum.

Hóast eg, hjá formanninum í Norðoya Fólkafloksfelag, bað um fund um málið, - og hjá Anfinni Kallsberg og fleiri í ovastu leiðslu floksins, havi gjørt vart við, at eg fegin vildi halda fram, - so hevur tað ikki eydnast mær at komið aftur í landsstjórnina.

Tískil bleiv mín møguleiki at gera mína ávirkan galdani í Fólkaflokkinum munandi skerdur.

Tað er harmiligt at koma alment fram við hesum, men tað verði eg noydd til, skal tað ikki standa eftir, at eg eri ein gáloysingur, ið ikki seti meg inn í viðurskifti og mannagongdir.