Fólkaflokkurin veit ikki, um hann verður partur av uppskotinum um karmarnar til fíggjarlógina, tá ið tað verður borið í tingið í morgin. Flokkurin bíðar eftir svari frá løgmanni. Fólkaflokkurin hevur í dag sitið á innanhýsis fundi í um politisku støðuna, og er fyri løtu síðani komin til eina niðurstøðu. Flokkurin hevur sett eitt treytaleyst krav til løgmann, men tingbólkaformaðurin hjá Fólkaflokkinum Jákup Mikkelsen, vil ikki siga, hvat tað er fyri krav, sum løgmaður hevur fingið frá Fólkaflokkinum.
Løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hava staðfest, at eitt uppskotið um karmarnar til fíggjarlógina verður undir øllum umstøðum borið í Løgtingið í morgin, og Fólkaflokkurin veit enn ikki at siga, at tað verður við ella uttan stuðli frá flokkinum.
-Vit skulu hava svar frá løgmanni áðrenn vit taka nakra avgerð, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann veit heldur ikki at siga, um Fólkaflokkurin verður verandi í samgonguni, um flokkurin ikki kann taka undir við uppskotinum, sum fíggjarmálaráðharrin letur Løgtinginum í morgin.