Fólkaflokkurin hevur nú sent skriv til Tjóðveldisflokkin fyri at fáa at vita, um flokkurin framvegis stuðlar samgonguni, og flokkurin vil eisini hava at vita, um Tjóðveldisflokkurin tekur undir við skrivingini hjá Tórbirni Jacobsen.
Tað gjørdist greitt á innanhýsisfundi í Fólkaflokkinum týskvøldið, at flokkurin fór at krevja hesi svar frá størsta flokkinum í samgonguni.
Tað er nú stívliga ein vika, til Anfinn Kallsberg skal halda løgmansrøðuna, og við ótryggu politisku støðuni, hevur Fólkaflokkurin sett eina tíðarfreist fyri, nær Tjóðveldisflokkurin kann svara. Fólkaflokkurin vil hava svar í seinasta lagi sunnudagin.
Fara at svara
Fólkaflokkurin vil hava at vita, um allir tingmenninir hjá Tjóðveldisflokkinum framvegis taka undir við samgonguskjalinum og stuðla samgonguni.
Høgni Hoydal segði í gjár við Sosialin, at fær Tjóðveldisflokkurin skriv frá Fólkaflokkinum, so fara tey at svara skrivinum. Hann slóð fast, at Tjóðveldisflokkurin stuðlar samgonguni, men at flokkurin ikki blandast upp í skrivingina hjá Tórbirni Jacobsen, sum má standa fyri hansara egnu rokning.