Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin missa atkvøður

Tjóðveldisflokkurin hevði verið størstur og Sambandsflokkurin næststørstur, um løgtingsval var nú. Tað vísir Gallup-kanning hjá Dimmalætting Kanningin hjá Gallup vísir, at Tjóðveldisflokkurin hevði fingið 25,8 prosent av atkvøðunum, var løgtingsval nú. Á valinum í 2004 fekk hann 21,7 prosent.

Sambandsflokkurin, sum fekk 23,7 prosent í 2004, hevvði fingið uppaftur meiri nú. Eftir kanningini hevði hann fingið 24,6 proswent.

Hinir báðir samgonguflokkarnir missa atkvøður. Fólkaflokkurin minkar úr 20,6 prosentum í 2004 í 17,4 prosent nú, og Javnaðarflokkurin minkar úr 21,8 prosentum í 20,0 prosent.

Kanningin í Dimmalætting gevur Miðflokkinum og Sjálvsstýrisflokkinum framgongd, ávikavist úr 5,2 upp í 6,8 prosent og úr 4,6 í 5,3 prosent.