Fólkaflokkurin missir tveir tingsessir

Hevði val verið í dag, so hevði Fólkaflokkurin mist tveir tingsessir. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin høvdu fingið hvør sín tingsess afturat.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá Gallup, sum Sosialurin kunnger í blaðnum í dag.

Kanningin vísir, at samgongan missir 6,2 prosent av veljarunum, og størsta skrædlið tekur Fólkaflokkurin. Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava eisini lutvíst stóra afturgongd, meðan Sambandsflokkurin sleppur so at siga snikkaleysur við eini afturgongd upp á 0,3 prosent.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ganga ávikavist 2,5 og 2,4 prosent fram – og fáa hvør sín tingess afturat, meðan Framsókn gongur fram við 1,2 prosentum.

Sambært kanningini so varðveitir samgongan meirilutan, sum nú er tóndaður niður til ein tingsess. Samgonguflokkarnir hava 51,6 prosent av veljarunum aftan fyri seg, meðan adnstøðan hevur 48,4 prosent.

Meðan munurin á valinum 29. oktober millum samgongu og andstøðu var 15,6 prosent, er hann nú 3,2.

Kanningin er kunngjørd í Sosialinum, sum kom á gøtuna í dag.