Fólkaflokkurin manglar frælsi

-Tann politikkur, sum hevur verið førdur, hevur ikki ført okkum nærri einum sjálvberandi búskapi, sigur Heðin Zachariasen. Hann fýlist á politikkin, sum verður førdur í ABC samgonguni. Fíggjarligt frælsi er neyðugt fyri at samfelagið kann virka.

So avgjørdur er Heðin Zachariasen á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í dag.

Hann heldur, at Fólkaflokkurin hevur lyndi til at undirmeta týdningin av fíggjarligum frælsi, og einum sjálvberandi búskapi.

Heðin Zachariasen var ein teirra, sum stuðlaði kritikkinum hjá Poul Michelsen av Fólkaflokkinum, tá ið Poul Michelsen valdi at fara úr flokkinum.

Heðin Zachariasen legði tá dent á, at sjálvstýrispolitikkurin, sum flokkurin sigur seg umboða, ikki var nóg sjónligur.