Fólkaflokkurin langt fremst á Kambsdali

Í morgun var valfundur á Miðnámi á Kambsdali, har formenninir í øllum politisku flokkunum vóru við. Tvær veljarakanningar vórðu gjørdar og í báðum er Fólkaflokkurin stóri vinnarin. Sambandsflokkurin er nummar tvey

38 prosent av teimum ungu á Miðnámi á Kambsdali velja Fólkaflokkin. Tað vísa tvær kanningar, ið Miðnám á Kambsdali hevur gjørt 27. august og aftur í morgun, eftir formansrunduna.

Síðani miðskeiðis í áttatiárunum hevur formansfundur verið á miðnámsskúlunum í Eysturoynni í sambandi við øll val, ið hava verið.

Nummar tvey í kanningunum báðum gjørdist Sambandsflokkurin. Í fyrru kanningini fekk hann 18,9 prosent og í seinnu 18,2 prosent. Nummar trý gjørdist Javnaðarflokkurin. Í fyrru kanningini fekk hann 16,1 prosent og í seinnu 17,5 prosent. Nummar fýra var Tjóðveldi.

Kanningin vísir, at teir smáu flokkarnir fáa umboðan, men í seinnu kanningini er Framsókn undir sperrumarkinum.

Teir nýggju flokkarnir sleppa ikki inn um tinggáttuna.

Úrslit av veljarakanningin

242 ung svaraðu til kanningina 27. august, og 507 svaraðu 29. august.


Dato:     27/8       29/8                      

A             38,2        38,0       

B             18,9        18,2       

C             16,1        17,5       

D             5,5          5,5         

E              10,2        9,2         

F              3,5          2,0         

H             4,3          6,9         

K             2,8          2,0         

H             0,4          0,4