Higartil er talt upp á 28 valstøðum, og tað svarar til 6,8 prosent av øllum atkvøðunum.
Fyribilsúrslitini vísa, at Javnaðarflokkurin er fremstur við 526 atkvøðum. Sambandsflokkurin er næststørstur við 487 atkvøðum. Á triðja plássi er Tjóðveldi við 378 atkvøðum, og Fólkaflokkurin er nummar fýra við 369 atkvøðum. Síðani kemur Sjálvstýri við 34 atkvøðum, og Framsókjn hevur 12.
Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum er enn á odda við 231 persónligum atkvøðum. Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum hevur 156 persónligar atkvøður. Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum hevur fjóðrflest atkvøður higartil. Hann hevur 116 og liggur stavn um stavn við Sirið Stenberg úr Tjóðveldi.
Fólkaflokkurin gongur mest fram við 5,4 prosentum samanborið við valið seinast. Tjóðveldi gongur mest aftur við -3,9 prosentum.