Til dømis skulu tey fáa eina urologideild í Klaksvík afturfyri. Urologi er eitt serlæknaøki, sum snýr seg um sjúkur í nýrum, urinleiðum og kynsgøgnum hjá monnum.?Og hon hevur púra rætt, at almmenir stovnar eru fyri fólkið.
Tað átti hon og hini í Fólkaflokkinum at lagt sær í geyma. Nú hevur Fólkaflokkurin stýrt Føroyum 80 prosent av tíðini seinastu fjórðingsøldina.
Tryggari enn nakar annar flokkurin hevur hann sitið við valdinum. Men ongantíð fyrr hava vit fingið eina so bólgnaða almenna umsiting, sum vit als ikki hava ráð at gjalda. Samstundis sum Fólkaflokkurin hevur lækkað blokkstuðulin og ikki megnað at skaffað tilsvarandi inntøkur.
Vit spyrja: Er Fólkaflokkurin nú eksponenturin fyri almennari ovurnýtslu? Fyrr plagdi man at skuldseta flokkarnar á vinstraveinginum fyri at hata privat fyritakssemi og nøra um almenna ovurnýtslu, men nú tykjast almentløntu fólkaflokspolitikararnir, sum eru so væl dubbaðir við almennum pensjónum, at hava tikið á seg hendan leiklutin...