John Johannessen
Ítróttarhøllin á Hálsi
Sambært exit poll veljarakanningini hjá útvarpinum er Fólkaflokkurin sigursharrin til býráðsvalið í Havn.
Útvarpið hevur nú talt 5.205 svar frá fólki, sum eru spurd, hvat tey hava valt, tá tey eru farin út úr valhølunum. Hetta talið er nøkulunda tað sama sum helvtin av teimum, sum hava valrætt í Havn.
Nýggjasta samanteljingin gevur hetta úrslit:
Fólkaflokkurin 25,30% og 4 fólk í býráðið.
Tjóðveldisflokkurin 25,13% og 4 fólk í býráðið.
Sambandsflokkurin 20,60% og 3 fólk í býráðið.
Javnaðarflokkurin 15,75% og 2 fólk í býráðið.
Miðflokkurin fær 4,88% og einki umboð í býráðið.
Sjálvstýrisflokkurin fær 4,76% og einki umboð í býráðið.
Um eina løtu skuldi manningin á internetsosialinum verið klár við eini forsøgn út fra stakkunum her í ítróttarhøllini.