Fólkaflokkurin fær formanssessin

Hóast tað nú er greitt, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkin koma at stjórna føroyska samfelagnum næstu árini, so er tað enn ikki kunngjørt hvussu flokkarnir býta málsøkini millum sín.

Løgtingið skal kortini velja nýggja tingformann, tá ið nýggja tingið kemur saman í morgin, og longu nú er greitt, at tað verður Fólkaflokkurin, ið fær tingformannin.

Hvør í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum fær formanssessin er ikki avgjørt enn, men í tingbólkinum er ein fyrrverandi tingformaður. Tað er Jógvan á Lakjuni, ið sat sum tingformaður frá 2011 til 2015, og er tað ikki óhugsandi, at hann kundi tikið eitt tørn aftrat.