Fólkaflokkurin aðra kósí fullveldismálinum

Vit eru ikki nøgdir við gongdina sum hon hevur verið í fullveldis málinum, siga teir báðir Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri og Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri

Ólavur í Beiti


Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur verið við í samráðingunum við donsku stjórnina er alt annað enn nøgdur við gongdina, sum hon hevur verið higartil í fullveldis ætlanunum.

Hetta kom fram á fundi á Hotel Vágum mikukvøldið, tá ið Vága Fólkafloksfelag hevði boðað til fundar og har eisini nýggi vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm, greiddi frá sínum málsøki, og hvørjar mennandi uppgávur liggja fyri framman at loysa hjá nýggja vinnumálaráðharranum.

? Alt hetta fundarvirksemið, sum verið hevur higartil, hevði eins væl kunnað verið orðnað við nøkrum e-meylum millum báðar samráðingarpartarnar, metir Jørgen Niclasen.

? Fólkaflokkurin hevur skilt, hvør fólksins vilji er, sigur Jørgen Niclasen víðari, og higartil hava allar kanningar víst, at meirilutin í fólkinum tekur ikki undir við upplegginum, sum lagt hevur verið fram og serliga útspælið frá dønum um skiftistíðina, hevur skapt ein ávísan ótta í fólkinum um eina ótrygga framtíð.


Stig fyri stig

? Fólkaflokkurin hevur skilt støðuna og er meiri sinnaður at fáa eina avtalu við donsku stjórnina heldur enn at alt skramblar saman og vit fáa einki burturúr, sigur fiskimálaráðharrin, og hetta er ikki bert hugsanin hjá Jørgen Niclasen, men eisini Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, er samdur í hesum, at vit mugu vísa at vit duga at stjórna hesum landinum og hava ábyrgd, áðrenn vit taka fult ræði.

Bæði Bjarni Djurholm og Jørgen Niclasen taka tí undir við einum meiri sjónligum stig fyri stig politikki, har vit ístaðin fyri at berjast við danir fáa ein dialog ígongd og koma nærri eini loysn, hvør hon so enn verður. Men sambært hesum báðum landsstýrismonnum verður loysnin ikki eitt 4 ára skiftisskeið, sum danir halda fast um.

Tí verða aðrir bollar í súpanini nú á fundinum tann 26. oktober millum danir og føroyingar sambært hesum báðum landsstýrismonnum, men enn er nakað tíðliga at siga, hvussu endaliga uppleggið kemur at verða sett saman.