Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging

Finnleif Guttesen
Suðuroy
-----

Er ein spottan av veljaranum; og orðatakið sigur: hann ið spottar annan, spottast sjálvur.
Aftur nú vísa løgtingspolitikarar, samgongan, at tey ikki vilja taka ábyrgd; og tey hava ikki so frægt av ryggi, at tey tora at leggja kommunurnar saman við lóg.
Undanførslan er; at fólkið skal tala. Størri spottan kunnu tey ikki koma við, tí, hvat er farið fram teir seinast mánaðirnar, har fólkið ikki hevur fingið høvi til at tala?
Í Suðuroy hevur tað verið ein meiriluti flestu staðni fyri kommunusamanlegging, men kommunupolitikararnir her hava ikki hugin, viljan ella dugnaskap til at samstarva, so at ein samanlegging kann fáa undirtøku, og hetta fer ein fólkaatkvøða ikki at broyta.
Einasta loysn fyri Suðuroy, er at leggja hana saman við lóg og fáa útbrendar politikarar, ið fyri ein stóran part bert sita fyri fundarpening og av eiti, útskiftar við nýggjum kreftum, ið hava viljan til at síggja út um bøgarðarnar.
Mín áheitan á veljaran er, far á val og legg ein blankan seðil í atkvøðukassan.